Skriva út
Missiónin økti fólksins vitan
02.09.2011 Tíðindi

Í søgunnar ljósi kemur ymiskt til sjóndar, sum vit í dulviti vita, men annars ikki geva gætur. Kristeligt Dagblad (KD) er farið undir eina greinarøð um Indre Mission (IM) í Danmark, nú vekingarrørslan rundar hálva aðru øld.
Í bókmentum og filmi er neiliga síðan hjá kristnu rørslunum væl lýst. Minni enn so var alt gott, og viðhvørt mistu tey trúgvandi fótafesti. Jørðin var ónd, og alt var synd og dapurt. Tá so er, er støðan ikki meira enn næstbest.
Hinvegin hoyrir tað við til sannleikan, at rørslurnar – bæði IM og háskúlin í navni Gruntvíks – góvu samtíðini eina bókliga vitan, ið aftur menti samfelagið politiskt, mentanarliga og sosialt.
Áhugin fyri Bíbliuni, tað at vita og søkja sær vitan, kveikti áhugan fyri bókini. Fólk ynsktu sær vitan, og háskúlar grundaðir á kristnum ástøði vórðu settir á stovn ymsastaðni í landinum. Hesir háskúlarnir mentu fólkið, ið aloftast vóru yngri fólk, ið høvdu dreymar um útbúgving og lívsverk.
Á henda hátt kom fólkakirkjan ígjøgnum rørslurnar at mynda andslívið hjá dønum. Ikki einans mentan, men eisini tilvitanin um medmenniskjað spratt úr kristnu trúnni. Føroyingar kenna væl Diakonháskúlan í Århus, har næmingarnir vórðu lærdir at hava sosialt medvit.
Hin kristna trúgvin kom soleiðis út í samfelagið. Kirkjan / missiónin var tann andaligi kveikjarin, og kristni neistin menti samfelagið í allar mátar, bæði andaliga, mentanarliga og sosialt. Kristindómurin inni í kirkjuni / samkomuni kom út í samfelagið, tók ábyrgd og lyfti í felag við fjøldini.
Í dag er hetta einamest søga, hóast tað enn eru nakrir eftirskúlar og bíbliuskúlar. Fleiri ung í Føroyum hava t.d. verið á Børkop. Onnur hava tikið HF og lisið til lærara í Nørre Nissum. Innan gudfrøði eru DBI og MF væl kend, har lesturin tekur atlit at teim sjónarmiðum og tí áskoðan, sum eitt nú IM stendur fyri.
Runt um heimin fer eitt rák, ið rekur inneftir. Vit hugsa í dag meira “eg” enn “vit”. Kristindómurin verður sostatt í minni mun myndaður sosialt og kollektivt. Trúgvin verður so persónlig, at persónurin sjálvur við síni persónligu trúgv er sjálvt trúarlívið.
Tað er ein missur fyri samfelagið, um kirkjan og missiónin fara inn í sína egnu verð ístaðin fyri at fara út í tað breiða samfelagið. Tað er ikki torført at skilja gongdina, tí nú eru skúlar av øllum handa slagi vorðin ein uppgáva hjá samfelagnum. Hesir skúlar eru almennir, og ung alla staðni frá - eisini úr missiónskum jørðildi - ganga á hesum almennu skúlunum.
Hinvegin er áminningin verd at hava í huga, at vit sum kristin ikki mega vera so upptikin av tí persónliga, at “eg” verður einaráðandi.
Missión er júst hetta at vera sendur, sendur út, so “eg” verður “vit”. Nakað kallandi, dragandi og savnandi. At vinna lærusveinar er altíð “vit”, og kristnin eigur at gagna samfelagnum.
KD sigur um IM í søguligum ljósi, at bíbliulesturin lyfti missiónsfólkið á eitt hægri sosialt støði. Tey lósu og lærdu. Tey nýttu teirra vitan til politiskar, mentanarligar og sosialar ábøtur. Og soleiðis vórðu tey við til at menna samfelagið og trivnaðin í samtíðini.
Tíðin í dag er ein onnur enn fyri 50 / 100 / 150 árum síðani. Men hin evangeliska uppgávan er hin sama. Spurningurin er, hvat og hvussu gera vit?
Eisini í Føroyum kenna vit vitnisburðin, at orðið um Jesus broytti fólk, broytti bygdir. Eitt heilt nýtt og vælvirkandi borgarligt lív. Eitt blómandi arbeiði millum børn og ung.
Orðið um Jesus er ein skapandi og nýskapandi megi, ið gagnar hinum einstaka og samfelagnum.
Kelda : Kristeligt Dagblad 10. august 2011.
JF.
Onnur tíðindi