Skriva út

Missiónin í DK

15.08.2011 Tíðindi
Missiónin í DK

Í 1990 tók Heimamissiónin (HM) ábyrgd av síni egnu støðu. Eftir at hava verið undir yvirskipaðari leiðslu av Indre Mission (IM) í Danmark, gjørdist HM ein sjálvstøðug føroysk vekingarrørsla.

At HM gjørdist føroysk merkti tó ikki, at øll bond við danir vórðu kvett. Tað er gagnligt hjá eini vekingarrørslu at hava góð og tøtt vinabond við aðrar vekingarrørslur uttanlands. Samskiftið tvørtur um landamørk er mennandi.

Nú IM rundar tey 150 árini, varpar Kristeligt Dagblad ljós á ymisk viðurskifti. Sagt verður, at bondini ímillum fólkakirkjuna og IM vikna, og ymiskar orsøkir verða nevndar.

Ein orsøk er formurin og tann gudstænastuskipan, ið eyðkennir fólkakirkjuna. Ein onnur orsøk er, at IM metir læru fólkakirkjunar vera uttan bit við atliti at lívsførslu og lívsmynstri. Í triðja lagi metir IM, at fólkakirkjan er á skeivari kós, tá talan er um hjúnalag og samlív.

“IM fer úr fólkakirkjuni”, stendur á breddanum. Yvirskriftin er ikki hugaligur lestur hjá okkum, ið ynskja eina breiða fólkakirkju. Víst verður á, at missiónsfólk hava alt størri áhuga í valkirkjuliðum og fríkirkjulíknandi samveru. Ymiskt er, hvussu tey kønu meta um støðuna. Onkur heldur, at gongdin er góð. Onnur halda, at leiðin hjá aldagomlu vekingarrørsluni gongur beint út av eggini.

Poul Langagergaard, fyrrverandi aðalskrivari í IM, sum er væl kendur i Føroyum, sigur sambært KD, at vegurin, ið IM nú gongur, ger enda á IM.

“Fólk hava eyðvitað rætt at gera, sum tey vilja, men strategiskt sæð er gongdin sjálvmorð av format fyri IM. Sæð yvir eitt tíðarskeið haldi eg, at tann IM, ið vit kenna, verður upployst. IM syngur seinasta ørindi. ...

Í dag isolera tey ungu seg í eini ghetto í frí- og valkirkjuliðum. Harvið missur samfelagið tann sermerkta dám, sum IM kann geva. Hetta avmarkar møguleikan hjá IM at ávirka. Sum rørsla kemur hon at hava minni týdning.”

Ikki øll eru samd við fyrrverandi aðalskrivaran. Núverandi formaðurin í IM, Hans-Ole Bækgaard, skilir tey ungu, ið hava torført at finna seg heima og kenna seg aftur í føstu formunum hjá fólkakirkjuni. Tey ungu eru myndað av tí persónliga frælsinum, ið fer um allan heimin.

Sum KD vil vera við, eru eisini ógvuliga ymisk sjónarmið galdandi í IM innanveggja. Tað er stór spjaðing í áskoðanini millum yngra og eldra ættarliðið. Mong ung hava eina frælsari áskoðan á kynslívið og tað, sum áður varð kallað, at liva í heiminum.

Tað vakti undran at lesa, at einans 2% av limum fólkakirkjunnar eru missiónsfólk við støði í IM. Samstundis eigur at verða staðfest, at hesi 2% fylla nógvar beinkir í donsku fólkakirkjuni. Mong missiónsfólk ganga trúliga í kirkju.

Føroyska fólkakirkjan og Heimamissiónin eru í Føroyum. Týdningarmikið er hjá okkum at finna ein føroyskan leist. Vit eiga at fylgja við og læra, men lívsneyðugt er at hugsa føroyskt.

Góð viðurskifti millum Fólkakirkjuna og Heimamissióna eru føroyskum andslívið til ríka signing.

Framtíðin liggur í hondum okkara. Skilabest er at leggja framtíðina í Guðs hendur. So fer at bragda.

Kelda : Kristeligt Dagblad 8. august 2011.

JF.