Skriva út

Minnisvarðin í viðarlundini 50 ár.

30.10.2006 Tíðindi

Í ár eru 50 ár liðin síðani minnisvarðin í viðarlundini í Havn varð vígdur. Minnisvarðin er reistur til minnis um teir sum fórust á sjónum undir seinna heimsbardaga, 1939 - 1945. Tað var Jákup Joensen, próstur, sum sunnudagin 22. juli 1956 vígdi minnisvarðan, meðan Ruth Poulsen, seinni gift Jensen, avdúkaði hann. Ruth er dóttir Hans Poulsen, stýrimann, sum fórst við trolaranum Nýggjabergi í mars 1942. Við Nýggjabergi sjólótust 21 mans. Roknað verður við, at trolarin fórst av krígsávum.

Dimmalætting 25. juli 1956 skrivar, at  hátíðarhaldið byrjaði við, at hornorkestur spældi og kór sang, og at prósturin áðrenn sjálva vígsluna helt eina minnistalu. Minnisvarðin varð vígdur við hesum orðum:

So vígi eg tá hetta listaverk til at vera varðveitingarvarði av einum stuttum, men sera týdningarmiklum parti av søgu okkara. Eg vígi hann til at vera øllum sjófólki okkara eitt heiðurstekin. Eg vígi hann til at vera teimum, hvørs nøvn her eru skrivað, ein minnisvarði, har steinar og málmur tala um menn, sum undir hættisligum viðurskiftum bóru dagsins tungu byrðu og hoknaðu undir henni í deyðan.

Eftir vígsluna talaði J. P. Henriksen, borgarstjóri í Havn. Talan snúi seg um teir ið farnir vóru, tey saknandi eftirsitandi foreldur, konur og børn. Eisini greiddi hann frá forsøguni til tað tiltak, sum nú varð vorðið veruleiki við  avdúkingini av minnisvarðanum.  Vígsluhátíðin endaði við, at avvarðandi løgdu kransar við minnisvarðan

Akkerið og standmyndin eru gjørd av norska listamanninum Kaare Orud. Staðið fyri uppsetingini hevði byggifelagið Lamhauge & Waagstein. Uppsetingararbeiðið  varð gjørt av Jacob Simonsen, múrara. Steinpláturnar vórðu gjørdar av  Føroya Mekaniska grótídnaði.  Kr. 113.000,- vórðu savnaðar inn til arbeiðið at gera minnisvarðan. Hetta var nógvur peningur tá í tíðini.

Á steinplátu á minnisvarðanum standa hesi orð: