Skriva út

Minningarorð um Hans J. Joensen biskup

20.12.2021 Tíðindi

Heilsan borin fram eftir prædiku í Havnar kirkju 4.s.í advent, 19. desember 2021.

Sunnudagin 12. desember andaðist Hans J. Joensen fyrrverandi biskupur í heiminum í Birkerød í Danmark, 83 ára gamal.

Hans J. Joensen var prestur í Havnar kirkju frá 1975 til 1990, tá ið hann var valdur til Føroya biskup. Tá gjørdist føroyska fólkakirkjan eisini sjálvstøðugt biskupsdømi í kongaríkinum. Hans J. Joensen varð soleiðis fyrsti biskupur í Føroyum síðani reformatiónina. Hans J. Joensen var biskupur Føroya í 17 ár – til 2007, tá ið hann legði frá sær fyri aldur, og flutti hann og konan Lisbeth til Danmarkar at búgva.

Hans J. Joensen legði eitt stórt arbeiði í at fáa fólkakirkjuna á føroyskar hendur. Øll árini sum biskupur arbeiddi hann við lógarverkinum til eina sjálvstøðuga føroyska kirkju. Í 2007 var fólkakirkjan yvirtikin sum føroyskt málsøkið burturav.

Hans J. Joensen undirvísti í fleiri ár í grikskum á Fróðskaparsetrinum í sambandi við lærdan lestur í gudfrøði. Fleiri av prestunum, sum nú eru í embæti í kirkju okkara, hava havt hann sum lærara og minnast hann sum ein góðan og nærlagdan lærara.

Eitt mál, sum lá hjarta hansara nær, var at fáa eina nýggja føroyska umseting av Bíbliuni, sum kom út í 1961 í týðingini hjá Jákupi Dahl og Kristian Osvald Viderø. Hans J. Joensen arbeiddi støðugt øll árini sum biskupur at týða Nýggja Testamenti. Hetta var eisini gjørt saman við øðrum prestum og umboðum fyri nakrar fríkirkjur.

Eftir at Hans J. Joensen var farin frá sum biskupur, helt hann á at umseta Gamla Testamenti. Fyri fáum árum síðani var hetta arbeiðið liðugt. Føroyska Bíbliufelagið, sum hevur fingið alt handritið, skipar nú fyri útgávuni. Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit hava eina nýggja útgávu av Bíbliuni.

Hans J. Joensen hevur eisini týtt “Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar”, sum kom út í ár 2000. Tað er bók um tær tríggjar vanligu ella samkirkjuligu trúarjáttanirnar og Augsbursku trúarjáttanina.

Hans J. Joensen var nærlagdur í øllum, ið hann tókst við. Hann var altíð væl fyrireikaður, tað veri seg í talu og í skrivt. Hann arbeiddi nógv við prædikum sínum. Tað var altíð áhugavert og læruríkt at hoyra Hans J. Joensen prædika. Í prædikum sínum umrøddi hann mangan gudfrøðisligar spurningar og gudfrøðingarnar Karl Barth og Dietrich Bonhoeffer.

Tað er eingin loyna, at Hans J. Joensen var sera góður við heimbygdina, Gjógv.

Hann bar ofta upp á mál barnaárini við Gjógv, tað fólksliga og ta góðu mentanina, ið hann hevði fingið sum ein góðan arv úr heimbygdini. Tað fólksliga og tað kristiliga var samantvinnað í hugaheiminum hjá Hans J. Joensen. Tað var tann gamla føroyska mentanin saman við gudstrúnni og fedranna kirkju, ið var grundarlagið. Honum dámdi væl at tosa um hesi viðurskiftini.

Um yngru prestarnir ikki góvu eldra ættarliðnum og mongu góðu siðunum og siðborna kirkjulívinum ans, kundi hann koma við einari vinarligari viðmerking.

Hans J. Joensen hevði eisini meiningar, um onkur vildi hava broytingar í kirkjuni. Her var hann ikki í fremstu røð, men hann hevði altíð góðar grundgevingar fyri tí, sum var, og tí, sum altíð hevði verið.

Í biskupstíðini var Hans J. Joensen góður við prestarnar, og hann stuðlaði teimum og kirkjuráðunum í tænastuni og við ymiskum uppgávum.

Mær untist at uppliva Hans J. Joensen sum sóknarbarn og sum sóknarprest her í Havnar kirkju, sum ein part av kirkjuliga lívinum í kirkjusóknini, sum lærara á Fróðskaparsetrinum og sum biskup.

Minnini eru mong og góð um Hans J. Joensen. Hann var ein góður stuðul – altíð góður í ráðum.

Nú Hans J. Joensen er farin, vilja vit eisini vísa samkenslu við konuni Lisbeth og dóttrini Anniku við familju.

Jarðarferðin verður mánadagin 20. desember kl.13.00 í Birkerød í Bistrup kirkju.

Vit vilja her í kirkjuni minnast Hans J. Joensen sum sóknarprest og Føroya biskup við tøkk og virðing.

Latum okkum reisast og minnast Hans J. Joensen.

Friðhalgað veri minni um Hans J. Joensen, biskup.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum! Amen.

Uni Næs, dómpróstur.