Minningarhald teirra sjólátnu verður allahalgannadag 1. november.
Eins og undanfarin ár, verður komandi mikudag, sum er allahalgannadagur, skipað fyri minningarhaldi ymsastaðni í landinum fyri teimum, sum eru sjólátin seinasta árið. Síðani 1. november 2005, eru hesir farnir á sjónum:
Hans David Petersen, Viðareiði, 23 ár. Druknaði við Norðborg í Klaksvík 12. november 2005.
Kartin Reynheim, Tórshavn, 56 ár. Druknaði 13. september 2006 við bryggjuna í Havn.
Mads Ingi Jensen, Nólsoy, 51 ár. Druknaði 14. september 2006 við ”Hvalnes” í Nólsoyarfirði á ferð til Havnar.
Í Havn verður skipað fyri minningarhaldi á Hotel Tórshavn (fyrr sjómansheimið) kl. 10.00, har Jóannes Ejdesgaard , løgmaður, flytur fram røðu og lesur upp nøvnini á teimum sum eru sjólátin seinasta árið.
<v:shape id="_x0000_s1031" style="MARGIN-TOP: 325.5pt; Z-INDEX: 1; MARGIN-LEFT: 73.5pt; WIDTH: 369pt; POSITION: absolute; HEIGHT: 339pt; mso-position-horizontal: absolute; mso-position-horizontal-relative: text; mso-position-vertical: absolute; mso-position-vertical-relative: t