Skriva út
Minningargudstænastuna fyri pinkubørn
29.10.2009 Tíðindi

Síðani síðst í 1990-unum hevur Felagið Pinkubarnadeyði á hvørjum ári í novembur, skipað fyri minningargudstænastu í Havnar kirkju. Gudstænastan er, fyri at tey, sum hava mist, kunnu steðga á og minnast. Vit syngja og biðja saman, hoyra lisið úr Guds orði og prædikað, sita í kvirru og tendra ljós fyri okkara kæru, sum fóru.
Í ár verður gudstænastan sunnudagin 8. novembur kl. 16 í Havnar kirkju
Solosangur verður við Jens Marna Hansen og Sverri Steinhólm verður prestur.
Onnur tíðindi