Skriva út

Minningargudstænasta í Hósvíkar kirkju

29.05.2009 Tíðindi
Minningargudstænasta í Hósvíkar kirkju

Sætta sunnudag eftir páskir hin 24. mai 2009 varð tignarlig minningarguðstænasta hildin í Hósvíkar kirkju yvir hósvíkingar, ið farnu øldina eru deyðir á sjónum ella á skipi.

Guðstænastan varð útvarpað. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikaði, og Theodor Eli Dam Olsen leiddi guðstænastuna. Harafturat sang manskór, ið mannað var við monnum av fyritøkuni Mest.

Várið fyri 75 árum síðan, várið 1934, gjørdist eins og fleiri onnur eitt feigdarvár. Havið, sum so mangan bæði hevði givið og tikið, legði aftur sína køldu hond á tvær av føroysku sluppunum, sum royndu undir Íslandi.

Hesar sluppir vóru havnarslupppin ”Nólsoyggin” og vestmannasluppin ”Neptun”.

Við ”Nólsoynni” misti Hósvíkin 10 menn, allir í góðum árum, summir ungdómar, sum áttu vón um ljósa lívsleið fyri framman, meðan aðrir, komnir meira til árs, máttu fara frá konum og stórum barnaflokkum. Tann 11. maðurin maðurin, ið hevði tætt tilknýti til bygdina, hevði búð í Hósvík og var fluttur norður á Oyrarbakka, stutt framman undan. Hann var ikki sjómaður, sum so, men trongu tíðirnar noyddu hann avstað, og tað varð honum til feigdar.
Sum vitiligt er, merkti hetta eina so lítla bygd, sum Hósvíkin veruliga var. Sorg og máttloysi sást í hvørjum eygnabragdi. Tíðirnar vóru ringar í heimshøpi, heimskreppa við lágum fiskaprísum, so tungt var at fáa endarnar at røkka saman, men við samanhaldi og góðari hjálp frá grannum og næstrafólki og góðum fólki annars, komu tey eisini í gjøgnum hesa sváru tíð.
Tey, ið eldri eru, minnast enn hesa døpru tíð, har tárini javnan sóust glitra í eygnakrókunum, og látur segðist vera eitt ókent fyribrigdi.

Hósvíkin hevði verið dansibygd, men støðan kom at vera ein onnur fleiri ár fram í tíðina.

Nógv varð skrivað um hesar hendingar á vári 1934 í bæði føroyskum og donskum bløðum, eins og nógv hevur verið skrivað og gitt síðani.
Men, sum orðatakið sigur, so veit eingin frá einum at siga.
Eingin spurdist aftur í aftur. Tó rak líkið av kokkinum á „Nólsoynni“ upp á land á Eyrarbakka í Íslandi, har hann fekk kristna jørð. Á leiði hansara varð minnissteinur reistur, har nøvnini á teimum sjólætnu eru rist. Steinurin stendur niðast á bakkanum í kirkjugarðinum á Eyrarbakka.

Var hetta størsti og harðasti vanlukkudagurin fyri bygdina, so hevur hon kent aðrar bæði fyri og eftir.

Sunnudagin mintist Hósvík teir bygdarmenn, sum farnir eru á sjónum ella deyðir á skipi í farnu øld. Hesir vóru allir menn.
Kvinnurnar, børnini og teir menn, sum vóru eftir á landi, sótu eftir við sorgi og sakni. Men eisini við áræði til ta tíð, ið koma skuldi.

Við virðing verða nøvnini á teimum á monnum úr Hósvík, ið lætnir eru á sjónum í seinastu øld, nevnd:

Ole Jacob Djurhuus, føddur hin 22.01.1883. Deyður 13.12.1904.
Hann datt í niðju úr báti millum Kaldbaksfjørð og Kollafjørð.
Líkið varð ikki afturfunnið. Óla Jákup var ógiftur, sonur Kathrinu og Sørin á Lítl’heygnum.

Hans Peter Hansen, føddur hin 14.12.1890. Deyður 05.10.1910.
Hann sló út av ”Egeriu” á heimveg undan Íslandi. Fanst ikki aftur. Hans Petur var ógiftur, sonur Elina og Magnus í Toftum, kongsbónda.

Hósvíkingar, ið fórust við ”Nólsoynni” undir Íslandi í mei mánaði 1934:
Hans Dávid Hansen, skipari, f. 21.02.1895
Samuel Jacob Jacobsen, f. 27.08.1883
Vilhelm Hansen, f. 25.11.1902
Magnus Pauli Hansen, f. 10.05.1897
Johannes Olsen, f. 27.08.1883
Alif Danberg, f. 20.08.1912
Edvard Hansen, f. 09.06.1912
Jóan Petur Petersen, f. 19.10.1880
Meinhard Petersen, f. 08.09.1912
Poul Poulsen, f. 06.05.1918
Harafturat vóru eisini menn úr Kollafirði, av Oyrarbakka, av Hvítanesi, av Eiði, av Sandi og úr Sandavági umborð á Nólsoynni. Tilsamans fóru 20 mans við hesi slupp.

Anthon Sofus Dahl Hermansen, f. 04.09.1912, fórst við deksbátinum Stjørnuni, sum var ásigld í Vestmannundi, tann 06.04.1953. Bert ein av teimum sjey, ið við vóru, bjargaðist. Eftir Anthon sat einkja við 5 børnum. Líkið varð ikki afturfunnið.

Við “Stella Argus“ fórust tann 27.10.1957 tríggir hósvíkingar:

Niels Oscar Meinert Sigurd Jacobsen, f. 25.07.1910, eftir sat einkja við 3 børnum
Niels Joachim ( Kimm) Hansen, f. 27.11.1920, eftir sat einkja við 6 børnum og einum undir belti
Páll Regin Olsen, f. 29.04.1942, ógiftur

Við ”Tinganesi” í Grønlandi fórst tann 25.08.1958:

Petur Sivertsen, f. 25.08 1918
Róði út í Grønlandi við ”m/sk Tinganesi”. Báturin. Hann var við, fekk eitt boðabrot og hálvdist. Petur læt eftir seg konu og einkarson. Petur varð ikki afturfunnin.

Deyður umborð á ”m/s Vesturland” á heimleið undan Grønlandi hin 03.12.1977:
Samuel Jacob (Sámal Jáku) Ole Hans Magnus Vilhelm Peter Hansen Jacobsen
f. 12.09.1934.
Sámal Jákup, sum var sonur ein av manningini á ”Nólsoynni”, er grivin í Havn. Eftir sat kona við trimum børnum

Eftir at hesi nøvn vóru lisin í kirkjuni og kirkjufólkið stóð uppi, varð Guðs friður yvir minnið um hesar menn!
Við minnisvarðan vórðu kransar og blómur lagdar eftir guðstænastuna, og bispur røddi og bað eina bøn.