Skriva út

MINNINGARGUDSTÆNASTA Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI UM FRÍÐRIK PETERSEN PRÓST 2. HVÍTUSUNNUDAG KL. 18.00.

01.06.2017 Tíðindi
MINNINGARGUDSTÆNASTA Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI UM FRÍÐRIK PETERSEN PRÓST 2. HVÍTUSUNNUDAG KL. 18.00.

Skipað verður fyri minningargudstænastu, tí at tað í ár eru 100 ár liðin síðani Fr. Petersen próstur andaðist.

Fr. Petersen er m.a. kendur fyri at hava yrkt fosturlandssangin "Eg oyggjar veit", og sálmarnar "Deyði, hvar er nú broddur tín?" og "Tíðin rennur sum streymur í á".

Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu, heldur ein fyrilestur um próstin, Kirkjukórið, undir le...iðslu av Mikaeli Johan Heinesen, syngur og Ovi Brim er liturgur.

Eftir gudstænastuna verður boðið til drekka í kirkjukjallaranum.

Vælkomin øll.