Skriva út

Miniturné við Gøtu Kirkju Ungdómskóri komandi vikuskifti

02.07.2021 Tíðindi

Hetta vikusskiftið hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór heilar 3 konsertir. Hesar verða ávikavist fríggj. 2. Juli kl. 20 í Gøtu Kirkju, leygardagin 3. juli kl. 20 í SALT á Drelnesi, og 4. Juli kl. 16 í Havnar kirkju.

Skráin er bæði fjølbroytt, áhugaverd og krevjandi. Umframt eina røð av spirituals, verða fleiri føroysk kórverk á skránni, og so ikki at gloyma kórverk eftir einum av fremstu amerikansku nútíðar tónaskøldum fyri kór, Randall Strope, har kórið fer at framføra eitt ógvuliga dramatiskt kórverk, sum lýsir umvendingina hjá Paulus, soleiðis sum hon er lýst í Bíbliuni.

Hetta kórárið hevur verið ógvuliga serstakt fyri kórið, ið hevði stórar altjóða avbjóðingar á skránni, men sum vegna Korona støðuna í heiminum hevur broytt sínar ætlanir, við m.a. at gera studioupptøkur gjøgnum várið. Ein partur av tí, sum kórið útgevur í heyst verður eisini framført á konsertini.

Kórið vónar at nógv vilja leita sær til onkra av hesum konsertum, ið allar eru ókeypis – men høvið verður tó at lata eina gávu til kórvirksemið.