Skriva út
Minigudstænastur í juli
06.07.2009 Tíðindi

Nú summarið er í hæddini og fleiri føroyingar eru farnir í feriu verða tvær minigudstænastur í Samuelskirkjuni í staðin fyri vanligu gudstænasturnar.
Juli mánaður er vanliga ein tíð, har ið ikki nógvur føroyskur aktivitetur er í Keypmannahavn, vegna tað at føroyingar, sum eru búsitandi í Danmark vanliga eru í feriu antin í Føroyum ella aðrastani. Hetta er í øllum førum galdandi fyri føroyska arbeiðið í Samuelskirkjuni.
Tað er ikki lætt at stápla eina gudstænastu uppá beinini, tí at prestur, organistur, sangarar, kirkjutænarar, deknar og onnur uppá skift ella samstundis eru í feriu. Men hóast hetta, verða tvær gudstænastur í juli. Men hetta verða ikki tvær vanligar gudstænastur. Talan verður um tvær minigudstænastur. Tað vil siga, at einki orgulspæl og eingir forsangarar vera við. Eingir kirkjutænarar ella deknar vera við heldur. Tað verður bara prestur og so tey, sum møta upp til gudstænastuna.
Mannagongdin verður nakað soleiðis: Sálmur, Heilsan, Kollekt, Evangelium, Trúarjáttan, Prædika, Kirkjubøn, Sálmur, Altargangur, Sálmur, Kollekt, Signing, Sálmur. Tað verður einki kórsvar og kaffimunnurin í kirkjukjallaranum verður rættiliga skerdur, tí at tað ikki verður nakar, sum tekur sær av tí, sum vanliga verður gjørt til kirkjukaffi. Men… munnu vit ikki finna útav at bryggja eitt sindur av kaffi?
Øll eru vælkomin til hesar báðar minigudstænasturnar, sum verða 19. og 26. juli klokkan 14. At ein av teimum verður 4. sunnudag í juli mánaði, er tí at prestur fer í feriu í august mánaði, soleiðis at eingin gudstænasta verður 1. sunnudag í august (2. august). Tí verður ein gudstænasta 26. juli í staðin fyri. 3. sunnudag í august mánaði, sum er 16. august, verður tað so Marjun Bæk, prestur, sum kemur at taka sær av føroysku gudstænastuni í Samuelskirkjuni, og tá skuldu organistur, kirkjusangarar, kirkjutænarar og deknar verið komnir aftur úr feriu, soleiðis at talan tá verður eina vanliga gudstænastu aftur.
Onnur tíðindi