Skriva út
Mikladals kirkja umvæld
28.11.2011 Tíðindi

Kirkjan er sálarhøllin, har hurðarnar latast upp til ævinleikan
Guðstænasta 1.s.í advent, 27.november 2011, í Mikladals kirkju. Henda sama dag varð kirkjan tikin í brúk eftir umfatandi umvælingar í næstan eitt heilt ár. Biskupur endurvígdi, dómpróstur prædikaði og sóknarprestarnir høvdu altartænastu og altargang.
Prædikutekstur: Luk 4.kap.16.-30.v.
Sálmar: 82, 242, - 402, 378, 385, 132
Náði veri við okkum...
Ein endaleys gongd
við steyrrøttum súlum
við krúnugreinum –
- ein kirkja -
er sálarhøllin...
Eg vænti hvørja løtu at hoyra
tøgnina klovna
og sindrast
av brimandi urgutónum
- postludium -
og hurðarnar latast upp
til ævinleikan.
Soleiðis yrkir skaldið Hans J. Glerfoss í yrkingini “Kvirra í reyðum og bláum” í yrkingasavninum av sama navni, sum kom út í 1969. Hans J.Glerfoss varð føddur her í Mikladali, men vaks upp í Kunoy.
Skaldið kallar kirkjuna sálarhøllina, har hurðarnar latast upp til ævinleikan.
Í dag er hátíðardagur í Mikladali.
Kirkjan á staðnum er liðugt umvæld og verður tikin í brúk.
Tað hava áður verið gjørdar stórar umvælingar og ábøtur í kirkjuni. Tað var í 1915. Tá varð kirkjan eisini tikin í brúk í adventini – 15.desember.
Nógvar kirkjur her á landi eru vígdar í adventini.
Kirkjunnar boðskapur er altíð ein adventsboðskapur: Kirkjan boðar Kristus, sum koma skal aftur á øðrum sinni.
Vit hava øll uttan iva onkuntíð havt kensluna at gleða okkum til eitthvørt, sum fer at henda ella til eitthvørt, sum koma skal.
Kanska at fara til eitt stað, har ein hevur hoyrt nógv um ella at hitta ein persón, sum hevur verið nógv umtalaður…
Tá ið so alt hetta gekk út, var tað kanska ikki tað stóra hóast alt - kanska í ringasta føri eitt vónbrot – tí alt hetta, sum ein hevði ímyndað sær, kendi ein frammanundan…
Tey í Nasareth upplivdu nakað tað sama henda dagin.
Býarinnar sonur, Jesus, kom framvið… tey høvdu hoyrt um hann aðrastaðni frá… og so kendu tey familjuna hjá honum… tey vóru jú har…
Tey høvdu hoyrt um undurini í Kapernaum.... og sum rímiligt var, væntaðu tey so eisini, at okkurt líknandi varð gjørt í Nasaret.
Tað byrjaði gott við vitjanini, men tað endaði galið ella mundi enda galið...
Har á staðnum høvdu tey eisini eitt samkomuhús – synagogu, kirkju ella ein sal. Tey savnaðust til guðstænastu, bøn og sálmasang.
Fólkið har livdi í vónini um Messias, frelsarin, sum koma skuldi. Tað høvdu tey hoyrt um...
Jesus tekur orðið henda dagin í samkomuhúsinum. Hann lesur tey kendu orðini frá Jesaja profeti: Andi Harrans er yvir mær… væl ljómandi tala – troystar- og ugganarorð til alt fólkið, sum lýddi á…
So tók Jesus at tala til fólkið… í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara… jú, tey, sum lýddu á, undraðust á taluna hjá Jesusi…
Men so kom ivin. Hvat var nú hetta sum tey hoyrdu…
Var tað ikki Jesus, sum segði hesi orðini? Orð, sum tey øll kendu? Jesus, hvat sigur hann? Hetta bar ikki til…
Reaktiónin var sterk:
Jesus, tá ið tú nú ert her í tíni egnu heimbygd, vís okkum hvat tú dugir… Ger nøkur undur ... t.d. tað sum er hent í Kapernaum... Tey vóru uppøst... Tey kendu Jesus og alt hansara hús, kom ikki her og….
Men Jesus vísir aftur til skriftina…
Hvør var tað sum fekk hjálp, tá ið hungursneyðin herjaði í hálvt fjóra ár… Profeturin Elias varð sendur til einkjuna í Sarepta. Hon var ikki ein í tí útvalda fólkinum… og Námann sýriulendingur hvar var hann grøddur…
Hvat vildi Jesus við hesum: jú hann vildi vísa á, at eingin hevur krav uppá at fáa nakað frá Guði.
At ein býr í Nasaret, gevur ikki framíhjárættindi av nøkrum slagi.
Jesus kom ikki til Nasaret ella kemur ikki til okkara sum ein mirakulmakari, men hann er komin at kunngera eitt Harrans náðiár!
Hetta er høvuðsorðið í dag: Harrans náðiár!
Tað merkir, at Jesus er komin at seta í frælsi ella at frelsa øll tey, sum eru stødd í botnleysari og vónleysari skuld til Guðs!
Her var aftur okkurt fólkið kendi frá bíbliusøguni.
Tað var jú ásett í skriftini at hvørt 50. ár skuldi vera eitt Harrans fagnaðarár.
Vit lesa um hetta í 3.Mós.25,10... v10 ”Og tit skulu halga tað fimmtiunda árið og boða frælsi í landinum fyri allar íbúgvar tess, fagnaðarár skal tað vera tykkum; tá skal hvør maður venda aftur á óðal sítt, og hvør maður venda heim aftur til ættarfólks síns,” stendur skrivað.
Ætlanin við hesum fagnaðarárinum var eisini at peika frameftir til tað veruliga fagnaðarárið, tá ið Messias ella Jesus skuldi koma at loysa øll frá skuldini syndini og deyðans valdi.
Hesi vóru ørindini hjá Jesusi.
Og hesi eru framvegis ørindini, hvørja ferð evangeliið verður boðað.
Hetta er boðskapurin, sum hevur ljóðað í farna kirkjuári og øldirnar frammanundan.
Soleiðis ljóðar sami góði gamli náðiríki boðskapurin, eisini í nýggja kirkjuárinum, um okkum verður tað unnað.
Eisini í hesi nýumvældu kirkju í Mikladali…
Adventsboðskapurin hevur hetta at minna okkum á, at Jesus kemur aftur.
Tíðin, vit liva í er náðitíð….
Náðitíðin er tá ið evangeliið ljóðar…
Tað hoyra vit í prædiku og við doypifunt og altarborð…
Tað er hetta, sum stendur okkum í boði í dag…
Tað er hetta kirkjan er sett at boða: eitt Harrans náðiár. Og einki annað!
Fólk í okkara tíð siga, at kirkjan má endurnýggja seg – ja, í dag fegnast vit um nýggju karmarnar í Mikladals kirkju – kirkjan má koma við onkrum sum talar inn í nútíðina, verður sagt… hví alt hetta gamla….? Nei, vit bíða til Jesus kemur tá skulu tit síggja……
Hetta søgdu tey eisini í Nasaret henda dagin. Men tey vendu Jesusi bakið – ja, ætlaðu at taka hann av lívi. Tað eydnaðist ikki ta ferðina!
Kirkjan boðar Harrans náðiár.
Tað ger hon eisini um tornini falla, sum vit hava sungið. Tí kirkjan er, har tvey ella trý eru saman komin í Jesu navni. Tað eru vit viðhvørt – eisini á hesum staði, undir hesum taki!
Kirkjan er karmurin um boðskapin – um adventsboðskapin
Hvat vera vit mint á í adventini? Harrans komu- at Harrin kemur: Ver vælkomið Harrans ár, sum ber fagnaðarboð…sungu vit…
Vit lesa aðrastaðni um Jesus …”at hann kom til sítt egna og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at vera Guðs børn, teimum sum trúgva á navn hansara…”
Guðstænastuliturin í dag er bláreyður ella violettur. Liturin ímyndar angur, iðran, umvending og umhugsni.
Vit verða eisini mint á, at Jesus skal koma aftur til okkara ein dag. Tí eigur henda tíðin í adventini eisini at gera okkum umhugsin og fyrireika okkum at taka ímóti Jesusi, tá ið hann kemur aftur.
Fagnaðarboðini eru gleðiboðini um Jesus sum frelsara.
Hesa myrkastu tíðina í árinum tendra vit ljós, eins og vit gera tað við fyrsta ljósið á adventskransinum í dag. Vit gera tað, tí vit vísa á ljós heimsins, Jesus Kristus.
Tað er hetta ljósið, sum lýsir upp í okkara dagliga degi við øllum tí, sum leikar á: tá ið vit syrgja, eru kedd og halda, at vit eru einsamøll og eingin vil hava við okkum at gera.
Tað er hetta ljósið, sum lýsir fyri okkum líka til tann dag Jesus kemur aftur.
Hetta er boðskapurin, vit verða ílatin í adventini!
Tí kunnu vit eisini gleðast og fegnast henda fyrsta sunnudagin í adventini at gleðiboðini ljóða til okkum øll, tá ið Jesus sigur:
”Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, v19 til at kunngera eitt Harrans náðiár.”
Lat okkum taka ímóti honum: takka honum og fagna Guði fyri náðiárið, sum er farið og takka honum fyri tað nýggja, vit nú fáa høvi byrja í Jesu navni.
Tá kunnu vit eisini fegnast saman við skaldinum, sum vit hoyrdu at byrja við, tað, skaldi yrkti:
”Kirkjan (og vit kundu sagt: tað heilaga samfelagið) er sálarhøllin… til ævinleikan .
Tað takka vit fyri í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.
Góða advent. Amen.
Uni Næs
Onnur tíðindi