Skriva út

Mikladals kirkja umvæld

19.08.2010 Tíðindi
Mikladals kirkja umvæld


Stór umvæling er framd á Mikladals kirkju.

Dániel Eliassen, formaður í kirkjuráðnum í Mikladali, greiðir frá, hvat er gjørt:

– Vindeyguni eru skift. Múrurin er gjørdur uttanfyri, og kirkjan er málað av nýggjum. Tað er framvegis ymsar ábøtur, sum vit ynskja at gera, men vit vita ikki heilt nær tað verður, sigur hann.

Kirkjan er væl nýtilig, men ábøturnar vóru tiltrongdar. Tað ganga um 20 – 30 fólk í kirkju til vanligar gudstænastur. Tað eru 3 deknar sum skiftast, og ein organistur. Tey hava elektriskt orgul, sum stendur á loftinum.

Dániel Eliassen er í øllum førum væl nøgdur við uppmøting í og kirkjugongdina í Mikladali, og við ábøtunum hava tey eina kirkju, sum hóskar væl til teirra brúk.

Orð og mynd : Heini S. Kristiansen