Skriva út
Mikladals kirkja letur upp aftur!
18.11.2011 Tíðindi

Fyrsta sunnudag í advent letur Mikladals kirkja upp aftur, eftir at hava verið stongd í gott eitt ár. Í hesum tíðarskeiði hevur gudstænasta verið hildin í skúlanum.
Tað eru gjørdar umfatandi umvælingar. Gólvið er skift, nýggir beinkir, nýtt timbur á veggirnar, vindeyguni eru nýggj og annað. Kirkjan er eisini málað bæði innan og uttan.
Í sambandi við at kirkjan er liðugt umvæld, verður hátíðargudstænasta sunnudagin 27. november kl.12.00. Bæði bispur og dómpróstur luttaka saman við sóknarprestunum á staðnum og øðrum. Bussur koyrir av Syðradali í samband við hátíðarhaldið. Eftir gudstænastuna verða øll boðin til ein bita í avhaldshúsinum.
Onnur tíðindi