Skriva út
Miðlarnir vísa kirkjuni ans
24.08.2010 Tíðindi

Kvívíksprestur, Theodor E. D. Olsen, hevur arbeitt nógv við miðlum, áðrenn hann gjørdist prestur, og tær arbeiðsroyndirnar koma væl við í starvinum. Eg spyrji hann, um tað eru nakrar líkheitir millum størvini bæði.
– Bæði størvini innibera deadlines, har tú skalt hava gjørt eina prædiku ella eina grein til eina ávísa tíð. Tú hevur eisini við fólk at gera og skalt hugsa sjálvstøðugt og kreativt. Tú ert tín egni harri í ein ávísan mun. Tú kanst siga, at størvini bæði hava við orðið og Orðið at gera, sigur Theodor við einum smíli.
Men hvussu er við Fólkakirkjuni og miðlunum. Gera miðlarnir nóg nógv burturúr kirkjuni?
– Eg haldi, at miðlarnir gera nógv burturúr og vísa kirkjuni stóran ans. Áhugin fyri kirkjuligum viðurskiftum er stórur. Ein generellur trupulleiki innan føroyska fjølmiðlaheimin er, at tað er ov lítil orka til at gera uppsøkjandi arbeiði, og tí kanst tú eisini sakna, at tíðindafólk fara aktivt inn í kirkjuna eftir tíðindum. Í so máta sakni eg eitt Kristeligt Dagblad í Føroyum; eitt forum har kirkjulig evni kunnu verða viðgjørd kritiskt og objektivt, sigur Theodor, sum upplivir stóran áhuga fyri kirkjuni í sínum gerandisdegi.
– Tað eru nógv, sum lurta eftir gudstænastum og morgunlestrum í útvarpinum, og eg havi diskuterað morgunlestrar við ung fólk fyrst í 20’unum, sum eg havi møtt. Kirkjan hevur eitt sterkt eyðkenni, og vit kundu gott duga betri at brúkt tað. Kirkjutíðindi er eitt gott blað, sum kann gerast enn betri. Øll sjónarmið innan Fólkakirkjuna mugu sleppa framat onkursvegna í blaðnum, so at vit fáa eina breiða umboðan. Heimasíðan hjá fólkakirkjuni er eisini góð, og Trúboðin er eisini áhugaverdur. Sum heild kann sigast, at kirkjan er ikki gloymd í miðlunum, og kirkjan ger eisini eitt gott arbeiði við sínum egnu miðlum, sigur Theodor E. D. Olsen at enda.
Orð og mynd: Heini S. Kristiansen
Onnur tíðindi