Skriva út

Meðan vit bíða…

10.12.2018 Tíðindi

Vit eru í adventini og við bíða eftir, at tað verður jól. Fyri nógv er hetta ein sera hugnalig tíð, har vit hugsa um at gleða onnur, hugna heima, tendra ljós inni og úti, tað er skýmt og kavi, og vit finna saman og vóna, at jólafriðurin kemur.

Vit hava ár undan ári hoyrt jólaboðskapin verða lisnan: “Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augusti keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. Hetta fyrsta manntalið, var meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi..”

Fleiri nøvn verða lisin upp: Augustus, Pontius Pilatus, Heródes, Kvirinius. Nøvn, sum staðfesta eina tíð, tá Hann, sum var móðurloysingur á himni og faðirloysingur á foldum, varð føddur. Hann, sum varð dripin, tí heimurin toldi ikki tað lýtarleysa. Hann, sum segði ”ikki við svørði, men bert við mínum orði”.
 
Og hesi orð megna enn í dag at broyta menniskju. Vit fingu enntá eina nýggja tíðarrokning.

Men hava onnur fólk frá fornum døgum skrivað nakað um Jesus? Vit vilja so fegin dokumentera og vissa bæði onnur og meg sjálva, at tað sum hendi tá í Betlehem var og er satt. Hóast okkara vit og skil, sannføring og søgulig vitan verður skúgvað til viks, tá tú verður funnin av kærleikanum.

Men Esajas sigur ..”eg kunngeri nýggjar; áðrenn teir berast til, boði eg tykkum frá teimum.”

Kirkjufaðirin Justin Martyr sigur, at Jesus varð føddur í einum helli. Justin var føddur í tátíðar Palestina, og hann skrivar soleiðis 150 ár eftir Kristus:
”Men tá barnið var borið í heim í Betlehem, fann Jósef onki tey kundu búgva í, so tey fóru til eitt helli tætt við býin, og meðan tey vóru har, føddi Maria Kristus og legði hann í eina krubbu, og tað var har, at teir vísu menn úr Árabia funnu hann”.

Og kristni guðfrøðingurin Origines skrivar í umleið 248 ár eftir Kristus:
”Í Betlehem sær mann hellið, har Jesus var føddur og inni í hellinum krubbuna, har hann varð lagdur í sveipi. Tað, sum mann fær at vita, er nakað, sum øll har um leiðir vita, sjálvt millum tey, sum ikki hava somu trúgv sum vit. Tey viðganga, at tann Jesus, sum tey kristnu æra, varð føddur í hasum hellinum”.

Biskupurin Euseb frá Kæsarea, sum var samtíðarmaður við Konstantin, skrivar í umleið ár 330 eftir Kristus:
”Eisini tey, sum liva í dag, siga frá, hvat teirra forfedrar fortaldu. Tey vísa fólkum, sum koma til Betlehem, staðið, og tey vissa tey um, at tey siga sannleikan og vísa markina og hellið, har jomfrúin legði sín nýfødda Son.”

Josefus Flavius skrivar soleiðis um Jesus:
”Í tí tíðini, tá Pilatus var stathaldari, kom Jesus, eitt víst menniskja, um ein kann kalla Hann eitt menniskja, tí hann gjørdi undursamanar gerningar og var lærari hjá teimum, sum elska at hoyra sannleikan. Nógvir jødar og grikkar trúðu á Hann. Hann varð kallaður Kristus ella Messias. Eftir ákærum, sum okkara leiðandi menn reistu ímóti honum, dømdi Pilatus hann til krossin. Men tey, sum høvdu elskað Hann, góvust ikki á hondum, tí á triðja degnum vísti hann seg livandi fyri teimum, eins og teir halgu profetarnir høvdu sagt, samstundis sum teir søgdu nógv annað undurfult um hann. Og inntil henda dag er tað kristna samfelagið ikki útdeytt.”

Hatta var tá, og í dag skriva vit 2018! Fyri onkur fake news og fyri onnur gleðitíðindi.
Hann kom inn í okkara rúm, tíð og stað. Hann var lívsins breyð og varð lagdur í trog, har seyðurin át. Jødar høvdu tilbiðið og dansað rundan um gullkálv, og grikkar tilbóðu esil, men nú var kálvur og esil í fjósinun, tá Jesus varð føddur.

Hann átti onki og tók ongantíð vápn í hond. Men hansara orð, sum vit hava eftir, eru størsta vápn at broyta teg og meg og heimin allan. Hann tosaði við tey, sum onnur vanvirdu, hann breyt niður garðar og mørk millum menniskju og girðingar, sum vit tá og enn í dag í fyrilitarloysi seta millum okkum.

Hann var eitt frítt og fræls menniskja, sum kom við tí góða orðinum, at “vend hin kjálkan til, verð móti øðrum, sum tú vilt hava tey at vera móti tær, fyrigev og tú skalt elska!”

Frá tíð til aðra eru hetta orð, sum eru so torfør at liva eftir, men vit royna.