Skriva út

Messias, tónleikur, sum ger okkum til betri menniskjur

17.11.2026 Tíðindi
891895706 10245421248566142 4706691144176477734 N

Eftir frumframførsluna av Messias vendi Lord Kinnoul sær til Händel og takkaði fyri undirhaldið. Händel svaraði: “Tað hevði harmað meg, um mín tónleikur bara var undirhald. Eg vildi ynskt, at tónleikurin hjá mær kundi gjørt fólk til betri menniskju”.
Um vikuskiftið fer Havnarkórið at hátíðarhalda 60 ára stovningardag sín. Á skránni er heimsins kendasta tónleikaverk, Messias hjá G. F. Handel. Konsertir verða í Fuglafjarðar kirkju leygardagin 21/11 kl 16.00 og sunnudagin 22/11 kl. 16.00 framføra tey í Vesturkirkjuni.

Tá Georg II fyrstu ferð hoyrdi Halleluja-kórið úr Messias, reistist hann úr stólinum av berum ovfarakáti. Líka síðani hevur tað verið siður at áhoyrarar reisast tá kendi kórsatsurin endar annan part av Messias. Uppá hálvanfjóra minnut syngur kórið við teirri kendu rútmuni omanfyri 70 ferðir Halleluja. Hetta tónleikaliga gleðisróp er ikki bara at skilja sum endin av øðrum parti av Messias, men at Händel eisini vil vísa, at Guð endaliga hevur víst sína megi við Jesu uppreisn frá deyðum. Oratoriið hjá Händel er hjá mongum kring allan heim, fastur táttur av fyrireikingini til jólini. Ein siðvenja, sum eisini føroyingar hava tikið til sín.

G.F. Händel Händel varð føddur í Halle í Týsklandi í 1685, sama ár sum hin stóri barokk-tónasmiðurin J.S. Bach. Tó at pápin ikki metti, at tann ungi Georg Friedrich skuldi brúka tíð uppá tónleik, so foraði hetta ikki evnaríka dreinginum. Hann fekk sína fyrstu undirvísing frá kenda organistinum og tónaskaldinum F.W. Zachow og síðani byrjaði ein long tónleikalig ferð, sum endaði við at vit í dag meta Georg Friedrich Händel at vera ein av tónleikaligu risunum úr barokktíðini. Händel feraðist nógv í sínum ungdómi og búi m.a. árini 1706-1709 í Italia. Her upplivdi hann tann blómandi operatónleikin sum var í býum sum Firenze, Napoli og Rom. Í 1716 flutti hann til London og var síðani búgvandi í Englandi til hann andaðist í 1759. Händel varð sera væl umtóktur í síni samtíð í Englandi. Tó at hann var av týskum uppruna og sigst at hava tosað enskt við markantari accent, so tók enska fólki hann og tónleika hansara til sín og fataðu hann sum ein av teirra egnu. Longu í 1717 fekk Händel eina lívslanga starvsløn frá konginum. Fyrstu árini í London var Händel serliga kendur fyri sínar italiensku operaur. Hann skrivaði heili 30 síkar meðan hann búi í London. Men í 1730’árunum fór hetta slag av opera so líðandi av móta. Hetta viðvirkaði til at Händel í 1740 miðsavnaði seg um oratoriið. Händel skrivaði í alt 20 oratoriir við bíbilskum innihaldið og níggju við øðrum innihaldi. Tað fyrsta bíbilska, Esther, skrivaði hann í 1732 og tað síðsta, Jeftha, í 1751. Tó eru bara seks av teimum 20 bíbilsku skrivað áðrenn Messias og er hetta áhugavert, tí øll við kunleika til tónleik hjá Händel meta júst Messias, at verða tað fullkomna hæddarpunktið á hansara oratoriiðproduktión. Sum tónleikaslag var oratoriið upprunaliga sprotti úr katólsku mótreformatiónini, sum stríddist móti tí nógva vertsliga tónleikinum við ma. at brúka lutir úr júst hesum tónleiki til kirkjuligt brúk. Oratoriini hjá Händel byggja eins og hjá øðrum samtíðar tónaskøldum, sum dyrkaðu hetta tónleikaslag, harvið á drøg úr tónleikasløgum uttanfyri kirkjugátt, eitt nú úr operaini. Einki er tó at ivast í, at Händel við sínum oratorium skapaði sín heilt egna stíl. Tað er í oratoriunum at vit í dag kunna síggja ta tónleikaligu breidd, sum eyðkennir Händel, t.d. bera ariunar týðuliga boð um italienska ávirkan, kórsatsirnir eru kjølfestir í týskari polyfoni og instrumentalpartanir hava røtur í fronsku overturini.

21 dagar um at skriva høvuðsverk sítt

Summarið 1741 var farið at halla, tá Händel setti sær fyri at skriva eitt nýtt oratorium. Skjótt og væl gekk, tí longu seks dagar seinni legði tónaskaldið síðstu hond á fyrsta part. Níggju dagar seinni var annar partur liðugur, og eftir knappa viku var triði partur frá hondini. Messias var, sum sagt ikki fyrsta og heldur ikki síðsta oratorium, sum Händel skrivaði, men fólk vóru frá fyrsta degi greið yvir at verkið frá 1741 bar av í dygd og vakurleika. Frá fyrsta degi hevur Messias hugtikið og er í dag uttan iva eitt hitt mest framførda tónaverk úr barokktíðini kring heimin. Messias varð framført 36 ferðir meðan Händel livdi, ta seinastu ferðina bara nakrar dagar áðrenn hann andaðist í 1759.

Kenslur og tónleikur

Tónasmiðir høvdu í barokktíðini sum eina av sínum høvuðsuppgávum at lýsa kenslurnar ella affektinar hjá menniskjum. Útgangsstøðið var grikska etoslæran, sum sigur, at í tónleiki er ein íborin eginleiki at ávirka menniskju á ymiskan hátt. Serliga var tað í teirri tá í tíðini nýggju tónleikagenruni, operatónleikinum, at hetta tónleikaestetiska fyribrygdi, affektlæran, kom til sín rætt. Tær skiftandi sinnisstøðunar hjá ymisku persónunum í operuni skuldu tónasmiðurin royna at lýsa í tónum eisini. Tónasmiðurin og tónleikateoretikarin Johan Adolph Scheibe (1708-76) skrivaði í Der kritische Musikus: “Vit hava í tónleikinum við sinnisrørslur at gera; tónasmiðurin skal úttrykkja, styrkja ella doyva tær.” Hetta var sambært Scheibe ein av høvuðsuppgávunum hjá tónasmiðjunum. Barokktónasmiðirnir høvdu so við og við hópin av konventionellum tónleikahættum til at úttrykkja kenslur við, eitt nú gleði, sorg, øði, angist, pínu osfr. Í kirkjutónleikinum vóru tað sostatt trúarinnar affektir, sum tónaskøldini skuldu klæða í tónleikaligan búna. Berandi lutir í Oratoriinum Messias eru eisini júst slíkar átrúnaðar affektir, so sum gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og uppreisnina, sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin mótvegis ævigum lívi. Tó er hetta ikki at skilja so, at tónasmiðirnir vóru bundnir niður av hesum tónlistaligu ”viðtøkum”. Barokktíðarskeiðið er nevnuliga merkt av stórum ymiskleika tónaskaldunum ímillum, ikki minst tá hugsað verður um tónleikaslag, uppfinningarsemi og talent, og einki er at ivast í, at Händel saman við javnaldranum J.S. Bach skaraði framúr í so máta.

Eitt oratorium

Messias er eitt sonevnt oratorium, sum vanliga merkir eitt størri tónaverk við (oftast) kristiligum innihaldi fyri solistar, kór og orkestur. Teksturin er vanliga tikin meira ella minni beinleiðis úr Bíbliuni, serliga úr gamla Testamenti. Teksturin til Messias er tó óvanligur í oratorium-produktiónini hjá Händel, tí her verða tekstir tiknir bæði úr Gamla- og Nýggja Testamenti. Nøkur beinleiðis søgugongd er ikki í Messias, sum vit t.d. kenna tað frá Passiónunum hjá J.S. Bach, men tætta sambandið millum teir profetisku tekstinar og Jesus sum Messias ger oratoriið til eina miðvísa religiøsa forteljing um profetiini, sum við Jesusi ganga út. Messias er í trimum pørtum og kunna teir í yvirskriftum lýsast soleiðis:

1. Partur: Profetiir um føðing Messiasar og forteljingin um Jesu føðing.

2. Partur: Jesu líðing, deyði og uppreisn sæð sum grundarlag fyri frelsu hjá menniskjum.

3. Partur: Tann dýrmæti Kristur, dómadagur og tað æviga lívið.

Messias verður roknað sum eitt ikki-dramatiskt oratorium. Tó skínur ígjøgnum, at Händel í 1741 longu var ein drivin opera-tónasmiður. Her verður m.a. hugsað um tey akkompagneraðu recitativini, sum Händel brúkar í Messias, og sum ikki vóru vanlig í kirkjutónleiki. Eisini eru nógvir av koloraturunum bæði í solo-pørtunum og kórpørtunum sprotnir úr italienskum operasangstíli. Teir nógvu kórsatsirnir og bygnaðurin í teimum vísa eina greiða ávirkan frá enskari siðvenju, tær samtíðini so vældámdu Anthems, sum serliga Purcell var kendur fyri. Eitt vanligt brygdi í kórsatsunum er at intensiteturin hækkar móti endanum. Nógvir av kórsatsunum í Messias enda við einum homofonum satsi, tvs at allar røddir syngja í senn. Hesin hátturin at enda uppá er so vanligur hjá Händel, at fyribrigdið verður kallað “Händel-kadensa”.

Messias

Longu frá byrjan í verkinum eru dømi um hvussu tónleikurin verður brúktur til at úttrykkja nakað ávíst. Ouverturan, sum er ein typisk sonevnd “fronsk ouvertura”, sum Händel skrivaði eitt ótal av, stendur í e-mol, meðan Tenor-recitativið sum kemur aftaná stendur í E-dur. Við hesum skifti frá mol til dur undirstrikar Händel tey uggandi orðini: “Troystið, troystið, fólk mítt”. Eitt annað dømi er í kórsatsinum “For unto us a Child is born” (“tí barn er okkum føtt”). Hesin kórsatsurin verður roknaður sum eitt stórt fagnaðarróp yvir undrið, at Frelsarin einaferð skal verða borin í heim. Í satsinum verður orðið “born” (føtt) sungið í einum sonevndum koloraturi (eitt rað av skjótum tónum), sum undirstrikar stóru gleðina yvir barnið. Í tí so sera kenda Halleluja-kórinum endar Händel annan part, um Jesu líðing, deyða og uppreisn, við einari stórbærari lovprísan í tónleiki. Dømi um hvussu Händel brúkar harmonik til at úttrykkja nakað ávíst er t.d. at hoyra í kórsatsinum Surely. Her hoyrast sterkar spenningsakkordir á orðum sum grief, wounded og bruised. Affektlæran gongur eisini hond í hond við sonevndu tónamálningarnar – ein annar berandi kompositiónsháttur í baroktíðini. Dømi um slíkar tónamálningar hoyra vit longu í teirri fyrstu ariuni í Messias Ev’ry valley shall be exalted, hvar Händel við tónum lýsir teir hækkaðu dalanir og tey lækkaðu fjøllini. Tá bassurin fer undir ariuna, The people that walked in darkness, hoyrist týðuliga hvussu fólkið í myrkri trilvar seg fram – í mol – uttan at finna nakað tónalt centrum. Tað jødiska fólkið macherar við beinleiðis kós móti dýpinum. Men tá Harrans ljós birtist, skiftir tónartin til dur, og endurloysnin er komin.

At enda

“Skundisliga tók Händel gásafjøðruna og skrivaði nótar á blaðið. Við gandakendari ferð birtist eitt tekin fyri og annað eftir. Hann fekk ikki steðgað aftur, hann varð drigin við, sum eitt skip fyri fullum seglum. Náttin var friðarlig, tigandi hvíldi tunga myrkrið á tí stóra býnum. Men inni í honum streymaði ljósið og óhoyrandi endurljóðaði stovan alheimsins tónleik”. (Stefan Zweig:Sternstunden der Menscheit)

Leif Hansen