Skriva út

Messi ella Messias

12.12.2022 Tíðindi

Vit eru enn í adventini, og vit bíða, tí adventin sigur okkum, at vit bíða eftir at Ljós heimsins letur seg føða í krubbu. Men beint nú snýr tað seg ikki so serliga nógv um jól og frið og tokka og alt hatta har, nei tað snýr seg um fótbólt !

So meðan eg kóki kleynur og keypi jólagávur og fari til jólaborðhald, so hyggja vit - næstan øll -  eftir fótbólti. Burtur eru Lukas, Heródes og einglar á Betlehems fløtum, men vit vita hvar teir eru, tí teir spæla sum einglar á grønum vølli í Katar. Og vit hava fíggindar og vinir, góðar og vánaligar dómarar og onki við einum himmalskum rættvísum dómara, sum tekur á seg alla skuld.

Vit rósa og skamma, og fótbóltstjørnurnar royta seg sjálvar og hava sjálvskaðandi atburð, teir bíta í troyggjuna, leggja seg skerflatar og gráta sáran. Allar kenslur koma fram. Her er ongin náði !

Og rópini frá húsfólkunum yvirdoyvir “Last Christmas I gave you my heart”, meðan eg angi til marsipanið og hvøkki við, tá eg varnist, at eg royni at dána marsipanið til bóltar ístaðin fyri jólamenn, og her eru ongi leiktjøld ella nakað, men sannur gleði og satt vónloysi.

Hálvleikurin er friðskjólið, tá eg kann geva praktisk boð um okkurt skal flytast ella lyftast, sum krevur størri megi, enn hana eg havi.

Og perurnar verða hurraðar uppá træið “tí nú byrjar dysturin aftur”.

Hjá Lukasi fóru vísmenn av húsum og hjá okkum í dag fara menn yvir hav, ikki til Ísraelsland, men til Katar, ikki fyri at síggja stjørnuna á himmalhválvinum, men allar fótbóltsstjørnurnar.

Lætt er at hugleiða um ein fótbóltsdyst, sum eina mynd á sjálvt lívið. Vit kunnu fáa gult og reytt kort, verða sett á beinkin, fáa brotsspark, verða í rangstøðu, gera sjálvmál, assist, verða skift út við betri leikara – men øll vóna vit tó at vinna gullið, tí silvur er at tapa gullið, gullgaggurnar eru klimaks og soleiðis er eisini við fótbóltsørskuni, sum vit síggja hvønn dag. Vit verða tikin við av róminum og ummælarar  taka til kvæðamál og tosa um vargar og sitera “at lunnar brustu og jørðin skalv  við sambarytmum” – og tað kann ikki annað enn røra okkara hjartastreingir.

Samstundis so finni eg løtu at síggja Deadline, har dani hevur vunnið Nobel heiðursløn fyri at finna útav sambandið við proteinum, sum kunnu “eta” t.d. eina krabbameinskyknu. Hetta kallast fyri klikk proteinið. Men hvør hugsar um tað, um klikkprotein, sum bjarga mannalívum, nei,  “heaven can wait”, tað hevur sligið klikk hjá okkum og vit liva út í hvørja einastu kyknu, tá vit hoyra dunið av fjepparum í Katar, tí vit tevja blóð og svakar leikarar, sum duka pannina móti hvørjum øðrum, sum vóru teir á Forum Romanum.

Og meðan hildið verður heilagt, so endar alt samalt fjórða sunnudag í advent, tá vita vit hvør vann á heiminum, hvør verður heimsmeistari og hvør hevur flest fjepparar ella fylgjarar og ja, adventin er eisini av tá, tá tann ultimativi viðleikarin og heimsmeistarin lat seg føða og fór úr krubbuni og reistist á føtur og  fór berføttur runt fyri at fáa sum flest fjepparar, so at vit aftaná okkara dystarlok, hvør og ein kunnu lyfta steypið í “sansaleysum ovfarakæti”.

So, Messi er kanska hetjan beint nú, men Messias er so ultimativi heimsmeistarin.

---

Armgarð Arge hevur skrivað dagsins klummu.