Skriva út

Merkið í Fámjins kirkju

09.09.2010 Tíðindi
Merkið í Fámjins kirkju


Røða 08.09.2010 í sambandi við, at Tryggingarfelagið Føroyar letur Fámjins kirkju brandtrygga montru til fyrsta føroyska Merkið.

Vegna Føroya Fornminnissavn fari eg at takka fyri at vera boðin við til hetta hátíðarhald, og eisini fyri at vera biðin um at siga nøkur orð.

Eg fari at siga eitt sindur um varðveitingarsøguna hjá tí sermerkta tjóðgripi, sum vit í dag eru savnað um, og sum nú hevur fingið nøktandi karmar at verða varðveittur undir.

Hetta er tað fyrsta Merkið í vanligari stødd, sum er gjørt, og tað er seymað á Nordisk Flag og Fanefabrik í 1919 eftir umbøn frá fámninginum Jens Oliver Lisberg.

Tá Jens Oliver fór heim tað árið, hevði hann tað við, og fyrstu ferð Merkið varð vundið á stong í Føroyum, var her í Fámjin tann 22. juni 1919.

Tá Jens Oliver fór niður aftur, var flaggið verandi eftir heima hjá familjuni og brúkt sum tjóðflagg líka til 16. juli 1952, tá familjan bað um loyvi at hanga tað upp her í kirkjuni.

Tað varð sjálvandi játtað; men áðrenn tað kundi fremjast í verki, mátti tað umvælast, tí tað var væl slitið eftir 33 árs brúk. Systirdóttir Jens Oliver, Hansy Højgaard, sum vit eisini kenna sum tann, ið formgav ta føroysku studentahúgvuna, fekk til uppgávu at taka upp samband við konserveringsverkstaðið hjá danska tjóðsavninum og fekk tað niður hagar at umvæla, so vítt vit duga at síggja í 1954.

Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn kom eisini upp í leikin, og tað fekk listamannin Janus Kamban at gera eina rammu at montera tað í, og á sumri í 1955 kom tað so upp at hanga í kirkjuni á suðurvegginum.

Í fyrstuni hevði Føroya Fornminnissavn sum so einki við henda tjóðgrip at gera – hann var eitt mál, sum kirkjuráðið tók sær av. Men í 1988 komu so boð eftir okkum, tí tá vórðu vit uppringd av formanninum í tí Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, tí av mongum kenda Karl Nolsøe, sum segði seg frá einum skyldmanni hava frætt, at Merkið í Fámjins kirkju ikki hevði tað so gott og var við at forfarast.

Hann kendi tað sum sína skyldu at boða frá, tí flaggið varð fyrstu ferð borið fram av Studentafelagnum, og tey kendu tað sum eina nátúrliga skyldu at gera vart við spurninginum, um flaggið skuldi verða tryggjað fyri framtíðina.

Fornminnissavnið fór beinanvegin at kanna málið og setti seg í samband við sóknarprest og kirkjuráðið um spurningin.

Tað vildi soleiðis til, at mann júst var í ferð við at fara undir eina ístandseting af kirkjuni innan, og í tí sambandi skuldi flaggið eisini takast niður.

Tann 2. november 1988 vóru fólk av savninum so suðuri í Fámjin saman við Eivindi Vilhelm bispi, sum eisini hevði onnur ørindi, og tóku flaggið niður.

Bispur helt tá, at tað var eins gott, at vit tóku tað norður til Havnar, nú vit skuldu taka okkum av konserveringsspurninginum kortini.

Og so varð gjørt. Men í heilt góða jørð fall tað ikki hjá fámningum, tí teir bóru ótta fyri, at fór tað til Havnar, kom tað ikki aftur.

Men soleiðis gekk tað sjálvandi ikki, tí tað var hvørki avtalað ella ætlanin.

Flaggið fór til Havnar og varð fyribils lagt á goymslu hjá Føroya Fornminnissavni, meðan kannað var, hvat gerast skuldi. Og um várið 1989 fingu vit ein danskan tekstilkonservator upp at umvæla tað, og kirkjuráðið játtaði at gjalda fyri umvælingina.

Tað varð tá varisliga umvælt. Men í konserveringstilgongdini varð dentur lagdur á, at tað ikki skuldi restaurerast ella afturførast, um tað varð gjørligt, tí hildið varð, at tað hevði bæði søguligan og varðveitingarsøguligan týdning at síggja, hvussu brúk og tíð høvdu sett síni spor, at varðveita ta slitnu útsjóndina frá brúki í mong ár.

Silkikrepelin varð litað í hóskandi nuansum og lepar av tí litaða klæðinum varð lagt undir holini í flaggdúkinum og seymaðir fastir fram við kantinum við klønum silkitráði. Eitt nýtt bakgrundsklæði varð sett á tað upprunaligu bakplátuna, sum ventilatiónshol vórðu borað í í erva og neðra.

Konservatorurin mælti til, at dentur varð lagdur á at verja flaggið fyri beinleiðis sólarljósi og at halda klimaði í rúminum støðugt, soleiðis at tann relativa luftvætan lá ímillum 55 og 65 %.
Tilmælini frá konservatorinum vórðu fylgd, og tann 22. juni 1989, 70 ár eftir, at tað á fyrsta sinni varð sýnt fram fyri bygdarfólkinum, hekk tað aftur í kirkjuni. Fyri varðveitsluna var tað hildið at vera best ráðiligt, at ramman við flagginum varð flutt á vesturveggin móti forkirkjuni, har veðrið úti ikki ávirkaði inniklimaið so nógv. At verja móti niðurbrótandi ljósstrálum varð filtur sett á rútin. Hetta filtur var eisini ein eyka trygd um glasið brotnaði, so splintur ikki komu at flaggdúkinum.
Síðan tað varð hongt upp aftur, hevur Føroya Fornminnissavn fylgt við, hvussu flaggið í Fámjin hevði tað. Og tað sær út til, at broytingarnar í uppheingingini hava havt gagnlig árin. Ið hvussu er tykist varðveitingarstøðan eftir umstøðunum at vera rímiliga støðug og í lagi.

Nú hevur Tryggingarfelagið Føroyar verið so beinasamt at taka stig til, at hesin tjóðskaparligi dýrgripur føroyinga verður enn betri vardur.

Latin er ein bruna- og tjóvarítrygg montra, har atlit eisini eru sýnd teimum varðveitingartøkniligu krøvunum, sum neyðugt er at fylgja. Nýggja montran við flagginum stendur har, ið valt varð at lata Merkið hanga í 1989, og har stendur hon væl.

Tryggingarfelagið Føroyar eigur stóra tøkk uppiborna fyri hetta beinasemið.

Og hjartaliga tillukku til kirkjuráðið í Fámjin, sum hevur eina stóra ábyrgd liggjandi á sínum herðum at varðveita tað fyrsta Merkið hjá tí føroyska fólkinum. Eg vóni, at samstarvið um varðveitsluna í framtíðini verður eins gott og tað hevur verið. Tí í grundini liggur ábyrgdin at varðveita hjá okkum føroyingum øllum.

Takk.

Andras Mortensen