Skriva út

Mentanarnátt í Havnar kirkju fríggjadagin 3. juni

02.06.2022 Tíðindi

Á skránni er fýra tiltøk við ymiskum tónleiki.

  • Kl. 19.30 spælir Akkordeonorkestrið hjá Tórshavnar musikkskúla. Tað er tónleikalærari Anna Huedepohl, sum hevur stovnað orkestrið. Bernhardur Wilkinson leiðir hetta kvøldið orkestrið, meðan Anna spælir við. Lættur, ljósur og frískligur tónleikur.
  • Kl. 20.30 fer íslendska kórið “Háskúlakorinn” at syngja. Kórið er universitetskórið úr Reykjavík.
  • Kl. 21.30 verður orgulkonsert við unga organistinum Ari Hammer Joensen. Ari fer at spæla eina flotta skrá við tónleiki av Bach, Cesar Franck og Bizet.
  • Kl. 22.30 verður konsert við gospelkórinum “Brak” sum Ingmar Berg leiðir. Hugnaligur og festligur gospeltónleikur, sum vit minnast tað frá í fjør, tá ið “Brak” eisini sang í Havnar kirkju mentanarnáttina.