Skriva út

- Menniskjan livir av Guds orði eina

01.09.2021 Tíðindi
Mynd: Bergur D. Joensen bjóðar her Theodor E. D. Olsen, fyrilestrarhaldara vælkomnum. - Hetta var eitt gott skeið, sigur ein av luttakarunum Ólavur Jacobsen (innsettur í myndina).

Leygardagin 28. august fingu limir í kirkjuráðunum og kirkjutænarar høvið at hittast til ein áhugaverdan dag í Gøtu kirkju, við tí endamáli at fáa størri innlit í kirkjunnar læru og kirkjunnar tænastu.

Hesin fyrsti temadagurin var hildin í kirkjukjallaranum í Gøtu, og vóru um 130 fólk ymsastaðni frá savnaði saman henda framúr góða seinsummardagin.

Hetta er tann fyrsti av íalt seks slíkum døgum, sum Fólkakirkjan skipar fyri tey komandi tvey árini. Hetta skeiðið fer eisini at venda sær til tey, sum koma at sita í kirkjuráðunum eftir valið í heyst.

Við á skeiðnum vóru bæði limir í kirkjuráðunum og fólk, sum á einhvønn hátt gera sín trúfasta gerning sum kirkjutænarar kring oyggjarnar. Stuttligt var at síggja, at fólk frá smáplássunum eisini høvdu valt at seta sær henda dagin av til at vera saman við øðrum í kirkjuni.

Ein teirra, sum var við og gleddist um tiltakið, var Ólavur Jacobsen úr Hósvík. Hann er ein av urguleikarunum í Hósvíkar kirkju, og var sera spentur uppá hetta fyrsta tiltakið leygardagin, og til tey sum verða fyriskipaði komandi árini.

- Sjálvur haldi eg, at tað er sera gott, at slík skeið verða hildin innanfyri kirkju okkara, sigur Ólavur, sum spældi fyrstu ferð til eina gudstænastu í staðbundnu kirkjuni í februar mánaði í 1998.

- Jú, hatta var fínasta slag!

VIÐKOMANDI EVNI
Ætlanin var upprunaliga, at hetta skeiðið skuldi verða fyrr í ár, men vegna órógv við umfarssóttini, var ikki gjørligt at halda skeiðið fyrr enn nú.

Sama ger, tí hvørki útsetingin ella hesin besti nátadagurin í árinum, sum ein tók til, forðaði fólki í at seta tíð av til at fara á skeið í Gøtu kirkju.

Bergur Debes Joensen, prestur, var skeiðleiðari og leiddi luttakararnar gjøgnum dagin.

Byrjað var klokkan 12:30, har øll vóru boðin vælkomin og sungið var til eitt vældekkað og vakurt prýtt borð, har sera gott smyrjibreyð var til matna.

Onkur sálmur var eisini sungin inn ímillum, og ikki var mangul uppá urguleikarar, sum avgjørt sóust og hoyrdust millum luttakararnar.

Fyrsta fyrilesturin hevði Ovi Brim, sum eisini er prestur í Gøtu kirkju. Hann var væl fyrireikaður í tekstinum og við talgildu framløgu síni, her hann tosaði um evnið "Rættvísgering og Halgan.

- Hetta er eitt sera áhugavert evni, og er eisini eitt evni, sum eg veit at mong menniskju stríðast við, vísur Ólavur á.

ANDALIGT LÍV
Næsta fyrilesturin hevði Heri Joensen, prestur. Evnið var Bíblian, har hann millum annað greiddi frá umstøðum og tíðini, tá ið allar skriftirnar vóru samlaðar í eina bók, sum er Bíblian.

Eftir fyrilestur hansara var ein langur kaffisteðgur, har stundir vóru at práta saman – netverka, sum tað so fínt eitur - ella ganga sær ein túr, og soleiðis njóta tað góða veðrið.

Triðja fyrilesturin hevði Theodor Eli Dam Olsen, prestur um bønina ”Faðirvár”. Hann greiddi millum annað frá øllum teimum sjey bønunum, sum Faðirvár-bønin inniheldur.

- Ja, sigur Ólavur Jacobsen. - Var væl borðreitt við andaligari føði, so manglaði so avgjørt ikki tann likamliga føðin. Ein góður døgurðarættur við reinsdjórakjøti var borðreiddur fyri okkum, - til gleði fyri nógv, sum ikki høvdu roynt tað áður.

Fjórða og seinasta fyrilesturin fyri dagin hevði Meinhard Bjartalíð, prestur um evnið "Kristin spiritualitetur." Hetta var eisini eitt sera áhugavert evni um andaligt lív.

- Eg kann bara staðfesta, at allir prestarnir vóru sera væl fyrireikaðir til hesar fyrilestrarnar. Og dagurin sjálvur var eisini væl fyrireikaður, sigur Ólavur Jacobsen, sum takkar fyri ein sera góðan og áhugaverdan dag.

At enda heilsar hann øllum á skeiðnum við einum skriftstaði úr Matteus 4,4, har Jesus sigur:

»Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni«.