Skriva út

Meðan vit bíða...

11.12.2023 Tíðindi

Tað er skýmt, tað regnar, vit baka og tendra kertuljós.

Gleða okkum at síggja børn og ommubørn koma til okkara vøkru oyggjar, so vit kunnu halda jól, sum vit eru von við. Keypa nógv inn, gávur og mat, so ongin skal ganga svangur. Vit vita og minnast, hvat skal til, so vit fáa perfekt jól.

Jólatónleikur hoyrist um frið á foldum og í menniskjum góður tokki, samstundis sum vit síggja og hoyra um annan veruleika, sum er ræðuligur.

Minnist tá pápi plagdi at siga frá seinna heimsbardaga. Hvussu ótrygt alt var og hvussu lítið mann visti. “Ikki fyrrenn aftaná krígslok sá og fekk mann at vita um allan devulskapin”, plagdi hann at siga.

Í dag kunnu vit ikki siga tað sama, tí vit eru “við í krígnum”. Vit kunnu zappa millum kríggj í Ukreina, Ísrael/Gaza, Afrika. Alla staðni síggja vit inn í eyguni á grátandi børnum og vónleysum mammum, og hvat kunnu vit gera ?

Tað ónda, órættvísið og neyðin er ítøkilig. Men tá vit ikki halda tað út, so skifta vit bara kanal.

Og tá mann endar í skilaleysum tjaki, hvør er óndast, so kann mann bara smoyggja sær út.

Vit hava enn møguleikan at velja til og frá, ongin og onki skal forða okkum.

Vit eru í adventstíðini. Adventin hevur lilla litin, tí gamalt var, at advent var tíðin, tá mann rannsakaði  seg sjálvan og gáaði um, hvør mann var og um mann var á rættari leið.

Og hvussu reflektera vit í dag? Henda tíðin er sanniliga løgin og samansett, tí ímeðan vit síggja mammur í Ukreina, Ísrael og Gaza turka um andlit, sum er full av tárum og blóði, so bórust stórtíðindi at kendur sjónleikari nú hættar sær út millum fólk við ongari make up. Hon hevur tikið øll kunstig løg burtur og vísir seg, so sum hon er. Hennara sanna andlit. Og fólk fegnast um hennara dirvi, at vit kvinnur nú uttan ekka kunna fara til handils og keypa fiskafars uttan mascara.

Vit eru sanniliga priviligeraði! 

Les fleiri klummur hjá Armgarð her.