Skriva út

Matiné í Mariukirkjuni leygardagin 3. juli klokkan 11.30

30.06.2021 Tíðindi
Mynd: Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann.

Matinéin í Mariukirkjuni í Havn verður við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen og urguleikaranum Andrea Stauss Hofmann.

Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum. Hon virkur sum violinlærari innan musikkskúlan og hevur spælt konsertir runt Føroyar og uttanlanda. Systirin Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum urguleikari í ymiskum kirkjum.

Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamarmusikki í Zúrich.