Skriva út

Matiné í Havnar kirkju í leygardagin 12. juni kl 11.30

11.06.2021 Tíðindi

A15 er navnið á nýggjari duo, sum tekur lurtaran við á eina heimliga ferð gjøgnum tætt komponeraðar smogur, improvisatión og meir psykodeliskar ella skynørandi ljóðvíddir. Stílurin er norðurlendskur, indie, jazzkendur og avantgardistiskur. Tónleikurin er tó altíð kensluborðin og lagfagur.

“Vit miða eftir einum nýggjum ljóði, men tað týdningarmiklasta er, at lurtarin verður hálaður niður í djúpari vitanarløg. Tónleikurin skal hølva burtur nútíðarinnar trupulleikar og rumbul ” - siga tónleikararnir, sum eru Torleik Mortensen á bas/sampler og Martin Stender á saxofon.

Torleik er eitt kent navn innan føroyska tónleikapallin m.a. frá Hettarher, Konni Kass, Svartmálm, Teitur við fleiri og Martin er tónleikasmiðurin handan Girls in Airports, sum er ein av best umtóktu bólkunum innan danskan jazz.

Teir hittust innan jazzumhvørvi í Keypmannhavn longu sum stórir tannáringar og búðu í somu íbúð í Keypmannahavn í fleiri ár, meðan teir gingu á konservatoriið, so tónleikurin er eisini ljóðið av gomlum vinalagi, sum røkkur langt aftur í tíðina.

A15 var navnið á høvuðsvegnum millum býirnar Aarhus og Herning, har teir báðir vuksu upp í 80-unum og 90-unum. Navnið er hugsað sum beini vegurin millum teir báðar - javnvágin, har einki er ov víðgongt og ein til fulnar er trúfastur móti eins egna lyndi.

Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin kl. 11.30