Skriva út

Matiné í Havnar kirkju

26.08.2021 Tíðindi

Leygardagin 28. august kl. 11.30, verður matiné við danska sangaranum og sangskrivarar Søren Manscher, ið er serliga virkin í Keypmannahavn.

Summarið/heystið 2019 var Søren í Føroyum og skrivaði løg saman við føroyskum tónleikarum, m.a. Teiti Lassen, Mariusi Ziska og Leu Kampmann - løg, sum snúgva seg um gerandis ting; sangir um parlag, at lenda við Atlantic Airways og at navigera sum gestur í einum nýggjum landi, sum ein ynskir at gerast partur av.

Til Summartónar 2021 sær tónleikur hansara av álvara dagsins ljós, tá sangirnir verða settir út fyri eina trio, mannað av Søren Manscher sjálvum, Hjørti Pætursson Háberg og Torleiki Mortensen, umframt gestatónleikarum.

Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin.