Skriva út

Matiné í Havnar kirkju

15.04.2022 Tíðindi

Leygardagin 16. apríl kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju.

Tað er bólkurin “Rørgull”, sum fer at spæla.

Rørgull er eitt lítið orkestur, sum er sett saman av obo- og fagottspælarum.

Hetta samanspælið er nýtt, bert eitt hálvt ára gamalt, og somuleiðis verður hetta eisini tann fyrsta konsertin, ið Rørgull hevur.

Øll eru hjartliga vælkomin!

Skrá:

  • Marche G-dur: Händel
  • Trio sonata: Telemann
  • Nú sprettir á fold og spírar: Højgaard/Bæk
  • Ein steinstólpa: Hoydal/Bæk
  • Fagott sonata: Telemann (fagottduet)
  • Sonata: Fasch
  • Erleucht doch unsern Sinn und Hertz: Bach

Havnar kirkja