Skriva út

Matiné í Dómkirkjuni 19. juni kl. 11.30: Barokkur og norskur fólkatónleikur

16.06.2021 Tíðindi
Mynd: Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju

Til hesa matineina, hevur organisturin, Símun Hammer, valt verk eftir E. Grieg og J.S. Bach . Meðan Bach skrivaði sera nógvan og fjølbroyttan orgultónleik, skrivaði E. Grieg mestsum onki fyri orgul. Verkini hjá Grieg, sum verða framførd, eru tí umskrivað, so tey hóska til eina orugulframførslu.

Verkini, ið verða framførd eru:

Edvard Grieg (1843-1907):

Morgenstemning (Morgning Mood Opus 46): Verkið er upprunaliga skrivað fyri minni symfoniskt orkestur, og er partur av kenda verkinum um Peer Gynt. Heitið á verkinum er sigandi fyri tónleikin – ein kann liva seg inn í eina røð av morgunkenslum gjøgnum hetta verkið.

Norwegian Dance no. III (Opus 35): Edvard Grieg brúkti ofta brot úr Norskum fólkatónleiki í sínum kompositiónum – bæði hvat rútmu og temanum viðvíkur. Grieg skrivað 4 norskar dansir fyri 4-hendugt klaver, men eru hesir umskrivaðir fyri orgul av norska organistinum Bjørn A. Drage. Til hesa matinéina veður dansur nr. III framførdur.

Johan Sebastian Bach (1685 – 1750):

Vit kenna til yvir 1.000 verk eftir J. S. Bach. Fyri at eyðmerkja tey einstøku verkini brúkti Bach BWV og so nummarið á verkinum. Til hesa matinéina verða 2 av hansara størru verkum fyri orgul framførd, nevniliga BWV nr. 545, sum er eitt Preludium & Fuga í C-dur og BWV 549: Preludium & Fuga í c-moll. Verkini hjá Bach eru ofta kend fyri at vera virtuos, og serliga preludiini skulu ofta spælast skjótt, meðan fugurnar eru meira tematiskar, har temaið verður endurtikið fleiri ferðir og ofta í ymiskum tónalegum.

Preludium & Fugan í C dur, byrjar við eini máttmiklari staðfesting av tónaleguni. Meðan pedalirnar spretta niður á djúpasta C’ið 3 ferðir, verða stórar C-dur akkordir bygdar upp. Fugan, sum er bygd yvir eitt sera vakurt tema, er somuleiðis ógvuliga rótfest í c-dur tónaleguni.

Preludium & Fugan í C moll, byrjar við eini elegantari pedalsolo, har temaðið í preludiiunum verður fastlagt, síðan byggist preludii upp við stórum akkordum har temaið eisini verður endurtikið av ymisku stemmunum.

Fugan er dramatisk men sera tematisk, og lætt er at fylgja temainum í ymisku stemmunum gjøgnum alla fuguna. Í mun til aðrar fugur, er endin her fríur skjóttgangandi, men tó í einum nokkso fríum tempoi.