Skriva út
Marjun Bæk til Gøteborg.
22.02.2008 Tíðindi
Eftir tíggju ár í Gøteborg koma Henning og Solveg aftur til Føroyar. Henning verður sóknarprestur í eitt hálvt ár í Sjóvar prestagjaldi.Starvið í Gøteborg hevur verið lýst leyst. Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík, er innstillað sum nr. 1 til starvið sum sjómansprestur í Gøteborg. Tað er danska sjómans- og útlandskirkjan, DSUK, sum umsitur og setir starvið.
Tað er hugaligt at siga vælafturkomin við familjuna Bøgesvang. Væl torførari er at siga farvæl við Marjun og Kára Bæk. Tó, tað er gott fyri ta føroysku kirkjuna, at føroyskir prestar gera tænastu uttan fyri Føroyar. Vit her heima fáa nakað frá okkara prestum uttanlands, og tað er umráðandi at fáa at vita, hvat rørir seg úti í heimi. Óheppið er tað, um vit sum kirkja missa sjónarringin.
Í Gøteborg koma nógv donsk skip, ið eru mannað við føroyingum. Soleiðis koma føroysku sjómenninir at hitta føroyska prestin. Og júst hesin møguleikin er áhugaverdur, tí sjófólkið er eyðvitað ein partur av fólkakirkjuni.
Vit eru bæði glað og errin, at okkara prestar fáa møguleikan til størv uttan fyri Føroyar. Vit fara at sakna Marjun sum prest í Føroyum. Og tó, so er gleðin størri. Hetta er ein gyltur møguleiki fyri føroysku fólkakirkjuna at samstarva við DSUK. Hetta gevur føroysku sjómanskirkjuni vind í seglini. Sum kirkja mega vit kenna okkara ábyrgd og stuðla presti okkara í Gøteborg.
Onnur tíðindi