Mannagongdir við setan av presti í embæti

Avmarking biskups í almenna rúminum
Sum fyrisitingarligur leiðari kann biskupur ikki luttaka í almennum kjaki um setanir av prestum, ið verða nevndir við navni. Harafturat eru prestar, sum ikki eru í starvi, hvørki undir umsjón ella eftirliti biskups.
Setanarviðurskifti í fólkakirkjuni
Yvirskipað vil biskupur greiða frá setanarviðurskiftum fólkakirkjunar.
Í Føroyum er stórur áhugi fyri prestaembætinum sammett við t.d. í Danmark, har lutfalsliga fáir umsøkjarar eru. Tess vegna er tað væl lættari at fáa embæti í Danmark enn her á landi.
Setan av føstum prestaembæti
Tá eitt prestaembæti verður lýst leyst, viðger tað staðbundna kirkjuráðið tær innkomnu umsóknirnar og tekur støðu til, hvønn prest tey vilja hava. Kirkjuráðini kunnu frítt velja tann, sum tey ynskja at kalla.
Tá kirkjuráðini hava raðfest umsóknirnar, sendir biskupur tilmæli til Uttanríkis- og mentamálaráðið. Biskupur hevur ongantíð tilmælt annan prest enn tann, sum kirkjuráðini hava víst á ella kallað.
Tíðaravmarkað prestaembæti / vikarstarv er = virkandi sóknarprestur
Tað er heimilað biskupi smb. LL um embæti og størv í fólkakirkjuni § 9 stk. 4 at skipa sóknarprest í tíðaravmarkað starv:
“Í serligum føri kann biskupur skipa sóknarprest í tíðaravmarkað starv upp til 6 mánaðir, uttan at starvið frammanundan er lýst leyst. Biskupur ráðførir seg við kirkjuráðini, men kirkjuráðini eru ikki partur í setanartilgongdini í slíkum føri.”
Biskupur hevur við styttri embætissetanir sett vikarstørv í tráð við § 9 stk. 4 og í samstarvi við kirkjuráðini. Henda siðvenjan steðgaði í februar 2025.
Setan av fyrisitingarligum størvum
Tá talan er um fyrisitingarlig størv í fólkakirkjuni, fer setanartilgongdin fram í tráð við almenna setanarpolitikkin, har best skikkaði verður settur í starvið.
Tilgongdin til próstaembætið, ið kært var um í oktober 2023, fór fram sum ein fyrisitingarlig setan, tí próstauppgávurnar í stóran mun eru fyrisitingarligar. Fyrisitingarliga fylla hesar uppgávurnar 25% av fasta starvinum sum sóknarprestur.
Niðurstøðan hjá UMMR av kæruni um setanina av prósti var, at setanartilgongdin var farin fram, sum hon átti. Tó, biskupur var ov skjótur at senda ein t-post til prestarnar um, hvør var innstillaður til embætið.
Setanartilgongdin broytt í mars 2025
Setanartilgongdin í fólkakirkjuni er fyriskipað í lógarverki landsins. Mannagongdin líkist við smáum frávikum alt eftir, um talan er um eitt prestaembæti, vikarstarv ella fyrisitingarligt starv. Biskupur tók í februar 2025 ta avgerð, ikki longur at nýta § 9 stk. 4 sum útgangsstøði fyri setan av virkandi sóknarpresti (vikari), tó undantikið við heilt brádligar støður.
Endamálið var at niðurlaga leiklutin hjá biskupi viðvíkjandi styttri setanum, og samstundis flyta avgerðina beinleiðis út til kirkjuráðini.
Teir tríggir virkandi sóknarprestarnir, ið vóru inni í skipanini um tað mundið, fingu persónliga skrivlig boð um hetta í einum telduposti tann 22. mars 2025.
Allir prestar í føstum embæti og teir virkandi sóknarprestarnir í fólkakirkjuni fingu boðini um broytta mannagongd á prestafundi 24. mars 2025.
Sostatt verða nú øll størv lýst leys at søkja. Kirkjuráðini taka síðani avgerð um, hvør prestur verður settur í starv sum virkandi sóknarprestur. Tá ið talan er um setan av vikari, er biskupur setanarmyndugleiki.
Ein beinleiðis avleiðing er, at biskupur ikki longur tilmælir kirkjuráðunum at seta onkran ávísan prest í eitt styttri avloysarastarv. Biskupur harmast um, at umsøkjarar møguliga fata henda nýggja leistin sum eina persónliga útihýsan.
Tá ið fráboðanin var givin teimum trimum virkandi sóknarprestunum tann 22. mars 2025, segði eingin teirra frá ella mótmælti skrivliga.
Bóklingurin “Fólkakirkjan og verkliga skipanin”.
Í mun til omanfyristandandi, verður greitt frá setanartilgongdini til føst embæti í bóklinginum hjá biskupi “Fólkakirkjan og verkliga skipanini (s. 55) undir yvirskriftini: Kirkjuráðini velja sóknarprestin.
“Eins greitt tað er, at biskupur hevur ábyrgd av tilgongdini, eins greitt er tað, at kirkjuráðini í prestagjaldinum velja sóknarprestin. Kirkjuliga nýta vit orðingina, at kirkjuráðini kalla prestin.
Sóknarpresturin verður valdur á fundi eftir tað, at biskupur framman undan hevur kunnað um umsøkjararnar. Kirkjuráðini avgera skrivliga, hvør ella hvørjir umsøkjarar koma til samtalu.
Tá ið valið av sóknarpresti fer fram, velur hvør kirkjuráðslimur út frá síni egnu sannføring. Kirkjuráðslimir skulu ikki á nakran hátt grundgeva fyri sínari atkvøðu.”
Hesin bóklingurin fæst uttan kostnað við at heinta hann á Biskupsgarði.
Møguleikin at kæra
Allar niðurstøður og avgerðir biskups innan fyrisiting kunnu kærast til Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Tórshavn 10. apríl 2026
Jógvan Fríðriksson, biskupur