Skriva út
Mannagongd í sambandi við vígslur
10.02.2010 Tíðindi

Um ein sóknarprestur ikki kann átaka sær at víga eitt par, har annar parturin ella bæði tvey eru fráskild, verður niðanfyri standandi mannagongd fylgd :
Kann tann kirkjubókaførandi sóknarpresturin í kalli / ella tann virkandi í feriutíð ikki víga eitt par vegna tess, at annar parturin ella bæði tvey eru fráskild,
a) skal sóknarpresturin sjálv / sjálvur finna teimum ein prest, ið síðani tekur ábyrgd av
vígsluni
ella
b) skal sóknarpresturin sjálv / sjálvur hava samband við dómpróstin ella biskupin, ið
síðani tekur ábyrgd av vígsluni.
Nevnda mannagongd kemur í gildi tann 9. februar 2010.
Tórshavn 9. februar 2010.
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Onnur tíðindi