Skriva út

Magni ferðast glaður við tí góða boðskapinum

18.08.2021 Tíðindi
Magni Christiansen í Hvannasunds kirkju.

KONSERTFERÐ: - Eg setti mær fyri, at eg skuldi hava konsert í hvørji einastu kirkju kring oyggjarnar. Eg byrjaði við eini konsert í Vestmanna kirkju 3. februar, og gongur sum ætlað, so verður tann seinasta konsertin tann 26. september í somu kirkju. Eg byrja og endi altso í míni heimbygd, sigur kendi country-sangarin Magni Christiansen.

Eftir Snorra Brend:

Mong kenna Magna Christiansen sum sangara við síni eyðkendu og góðu rødd. Og mong munnu eisini vera tey, sum eiga eina ella fleiri av fløgum hansara.

Ein tann kendasta fløgan, og sum eisini hevur verið útseld í langa tíð, er fløgan við heitinum ”Her glaður eg ferðist”, sum kom út í 1997. Mong hava síðani spurt Magna, um hon mundi fara at koma út aftur. Og nú var hon her.

- Eg hugsaði, at tað vóru so nógv sum spurdu eftir henni, og tí kom hon nú út aftur av nýggjum. Men tað eru kortini tveir munir á hesi og teirri fyrru útgávuni, greiðir Magni frá.

Í fyrsta lagi er góðskan á fløguni vorðin munandi betur. Og í øðrum lagi eru eisini fýra eykaløg á nýggjastu útgávuni.
Men tað var tó ikki nóg mikið fyri Magna bara at geva fløguna út. Hann vildi røkka so víða sum til bar við henni. Spurningurin var bara, hvussu hann kundi gera tað?

Tað var tá hann fekk eitt genialt hugskot!

61 KIRKJUR
- Ein andalig fløga hevur ein greiðan boðskap, og mítt ynski hevur altíð verið, at fáa Guds orð út til fólkið gjøgnum mín sang. Eg eri sera spontanur, og tá kom tankin til mín: - Magni, hví hevur tú ikki eina útgávukonsert í hvørji einastu kirkju í Føroyum?

Hann helt í fyrstuni, at hetta ikki mundi fara at vera so trupult, - tí, ja, hvussu var tað nú: Hvussu nógvar kirkjur eru í roynd og veru kring allar Føroyar?

- Eg fann skjótt útav, at tað vóru munandi fleiri kirkjur í Føroyum, enn hvat eg helt. Tað eru nevniliga 61 – altso 61! - kirkjur kring oyggjarnar. Men nú hevði eg sagt tað, so tað mátti eg bara halda, sigur hann við einum brosi. - Eg legði alt í Guds hond, og helt so avstað!

Tann fyrsta konsertin var í Vestmanna kirkju, og góða móttøkan gav honum dirvi at fara undir konsertferð sína til hinar kirkjurnar í landinum.

Beint undan ólavsøku var hann og vitjaði í Svínoy, og tá helt hann konsert nummar 35. So nú var tann minna helvtin eftir.

Mánakvøldið var Magni í Hvannasunds kirkju, og í kvøld – mikukvøldið – er hann í Selatraðar kirkju, og hósdagin stendur Gjáar kirkja á skránni.

OKKURT AT HUGSA UM
Konsertferðin hjá Magna hevur longu ført hann runt til størri og smærri bygdir og oyggjar. Men felags fyri allar vitjanirnar hevur verið, at fólk hava møtt væl upp og hava havt eina góða løtu saman við honum.

Eitt dømi um hetta var vitjanin á Fugloynni, har tvær kirkjur eru – ein í Hattarvík og ein á Kirkju. Felags fyri báðar bygdirnar er, at har býr lítið fólk um veturin, meðan tey eru heldur fleiri um summarið.

Til konsertina í Hattarvík var væl av fólki í kirkjuni. Og tá hann so seinni hevði konsert á Kirkju, var kirkjan nærum full av fólki, hóast tey munnu vera undir 20 fólk í bygdini á vetri.

Tað vísti seg, at eitt ferðalag var í bygdini tá konsertin byrjaði. Og hesi valdu sjálvandi at fara til eina ókeypis konsert – ja, allar konsertirnar eru ókeypis – nú tey kortini vóru á Kirkju.

- Eg hugsi ongatíð um, hvussu nógv fólk eru til eina av mínum konsertum. Eg fari allíkavæl, tí eg ynski av øllum mínum hjarta, at tey sum koma í kirkjuna, skulu fáa nakað gott heim við sær aftur, slær Magni fast.

KONSERT FYRI TVEIMUM FÓLKUM
Sum vituligt er ójavnt, hvussu nógv fólk býr á einum staði, og hvussu nógv fólk er heima, tá ein countrykonsert er í bygdini.

Men Magni hevur eina kenslu av, at tey sum koma eru sera fegin um konsertina, og hava vónandi eisini fingið ein góðan boðskap at hoyra.

Ójavnt er, hvussu nógv fólk hava verið til konsertirnar. Onkustaðni hevur kirkjan verið rættiliga full av fólki, men onkra aðrastaðni vóru tvey – altso bert tvey – fólk til konsertina. Men henda konsertin er kortini ein av teimum, sum Magni fer at minnast best og longst.

Henda dagin í Saksun vóru einans tvey fólk til konsertina, men tað tók kortini ikki hugin frá Magna at syngja boðskapin út, og geva hesum báðum eina góða uppliving.

- Tað serstaka var, at eg gav teimum møguleikan at velja hvørji løg, ið eg skuldi syngja. Og tað gjørdu tey so sanniliga. Tí bleiv hetta ein so sjáldsama góð konsert, greiðir Magni frá.

Eftir konsertina er møguleiki hjá fólki at fáa sær eitt prát afturvið einum drekkamunnu, og at ogna sær fløgurnar hjá Magna, eina plátu í vinyl og eina serstaka t-skjúrtu, sum hann hevur gjørt til hesa konsertferðina.

- Tá henda konsertferðin er liðug stendur enn ein stór avbjóðing fyri framman: Tá fari eg yvir til USA at taka eina nýggja fløgu upp.

- Tað gleði eg meg til, - tí, veitst tú, boðskapurin um Jesus hann má altso út, sigur Magni Christiansen íðin.

At enda kann verða nevnt, at Magni Christiansen og konan, Elsy í summar góvu út sangin ”Kærleikslyftið”, sum Kemm Poulsen hevur yrkt. Lagið gjørdu Magni og Filip Zachariassen.