Skriva út

Mær dámar so væl at lesa

18.01.2024 Tíðindi
Heini Holm

– Mær dámar væl at lesa, og satt at siga, dámar mær líka væl at vera deknur og orðna tað heila, heldur enn tá ið prestur er. Nú havi eg verið í gongd síðani 1997, so tað er ein lívsstílur, men eg ætli mær ikki at leggja frá mær fyribils.

Tað sigur 67 ára gamli hvalbingurin í Kvívík, Heini Holm, sum vit hittu á Hotel Føroyum leygardagin, tá ið hálvttriðjahundrað fólk, sum gera ymsa tænastu innan kirkjugátt, hittust á skeiði. Umframt at vera deknur, hevur hann eisini royndir sum bæði kirkjuráðslimur og -formaður.

– Misskil meg ikki, tí eg fari líka gjarna í kirkju, tá ið hini lesa eisini. Sum deknur verður tú líkasum bara tveitt út í tað og skalt lesa, men onkuntíð hevur okkurt skeið verið fyri deknum. Okkurt av tí tók eg til mín, men tað fór skjótt aftur, haldi eg. Eg eri kanska nakað ringur at læra upp.

Ikki so bundisligt
Heini sigur, at nú hann hevur lisið øll hesi árini, er hann blivin meira róligur og tryggur við uppgávuna, so tað ikki upp á nakran máta kennist sum ein tung skylda at gera tænastuna.

– Millum annað skal eg ikki longur hava so nógva fyrireikingartíð, sum eg plagdi, tá ið eg var nýggjur. Tá kundi eg lesa lesturin bæði tvær og tríggjar ferðir ígjøgnum áðrenn, men um eg nú lesi lesturin eina ferð ígjøgnum kvøldið fyri, eri eg klárur at lesa hann í kirkjuni, sigur hann.

– Heldur ikki er tað so bundisligt longur, sum tað var í fyrstuni. Tá vóru vit bara tveir deknar, men hesi síðstu tjúgu árini hava vit verið fýra, so eg lesi tveir sunnudagar og havi frí í seks.

Meira samstarv
Skeiðsdagin á Hotel Føroyum dámdi Heini Holm væl, tí hann heldur tað altíð vera gott at hitta onnur, samstundis sum tú fært bæði íblástur og góð hugskot, og hann helt nóg mikið vera at velja í júst leygardagin, tá ið tey sótu á skeiði frá tíðliga á morgni og væl út á seinnapartin.

– Serliga hugsi eg, at kirkjuráðini áttu at tikið til sín, at meira samstarv var, tí tað hevur verið alt ov lítið av tí, sigur hann og nevnir sum dømi, at tað hava tey áður havt góðar royndir av í Norðstreymoy.

– Tá ið vit vóru eitt prestagjald, líka úr Vestmanna til Tjørnuvíkar, savnaðust kirkjuráðini til felags fundir og høvdu fyrilestrar og annað, men eftir einar tríggjar ella fýra ferðir datt tað niðurfyri. Tað skuldi verið meira av tí.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen