Skriva út

Loksins kom brúðurin – og tey blivu gift

13.04.2023 Tíðindi
Saksunar kirkja hevur alt tað, sum skal til fyri at gera eina vígslu til eina minniliga løtu – eisini um neyðugt var at bíða í næstan 25 minuttir eftir brúðrini.

Brúðarvígsla: Tá eitt par tekur avgerð um at tey skulu giftast í eini kirkju, eru rættiliga nógvir spurningar, ið greiða skal fáast á frammanundan.
Ein er sjálvandi, hvar brúdleypið skal standa. Ein annar er, hvør skal bjóðast við. Ein triði, hvør brúðarkjóli er tann rætti. Og gloym nú ikki tann týdningarmikla spurningin: Í hvørjari kirkju skulu vit giftast?

Oftast verður hetta gjørt í eini kirkju, sum liggur í nánd av bygdini ella býnum, haðani brúðurin ella brúðgómurin eru ættað. Men so eru tað hinvegin tey, ið velja at gera tað heilt øðrvísi – og hava vígsluna langt frá heimbygd og heimbýi.

Soleiðis valdu hjúnini Jóhanna og Sonhard Dalfoss at gera. Tey eru búsitandi í Kunoy, men heittu á Hvalvíks-prest, Jákup Erlingsson Petersen um at hava vígsluna í Saksunar kirkju, sum liggur slakar 62 kilometrar haðani. Hetta var sjálvandi játtað.

Men hví fara so langa leið at hava vígsluna, tá sjálvt brúdleypið skuldi haldast í grannabygd teirra? Er hetta ikki líkasum at fara yvir um ánna eftir vatnið?
Orsøkin til hetta er kortini rættiliga natúrlig.


Nógvar myndir verða tiknar, tá brúðarvígsla er á skránni. Aftanfyri sæst myndatakarin Marin Heinesen, systir brúðrina

 Sjarmerandi kirkja
- Ja, eg skilji væl at tú spyrt spurningin, um hví vit júst valdu Saksun. Men orsøkin til hetta er hin einfalda, at omma mín er ættað av Mýru her í Saksun, greiðir Sonhard frá.
Tey hava summarhús í bygdini, uppi í Gerðinum tey kalla, eins og hann sjálvur hevur slitið barnaskógvar sínar her.
- Vit hildu tað tí vera stuttligt at blíva gift júst her. At kirkjan eisini er sera sjarmerandi, tað telur somuleiðis við, slær hann fast.

Og Sonhard leggur brosandi aftrat:
- Vit giftast her, og veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi. So tú kanst siga, at vit bæði fingu eitt sindur í part. Konan er nemliga hálvur kunoyingur.
Stóri dagurin í líva teirra var leygardagur 1. apríl, tá kirkjuklokkan ringdi til brúðarvígslu í lítlu og hugnaligu bygdini, her tað einans eru skrásettir 11 íbúgvarar í dag.
Vígslan skuldi byrja klokkan 13:00, men tað gingu tó nakað nógvir minuttir, áðrenn byrjast kundi. Orsøkin var hin vælkenda, at bíðað var eftir brúðrini.


Saksunar kirkja hevur bestu karmar til eina romantiska vígslu (Mynd: Marin Heinesen)

Røtt bakgrund
Vit hava sæð tað so mangan kring um oyggjar okkara, tá nýgift brúðarpør – ella rættari sagt: myndafólk teirra – finna sær tey mest spennandi og náttúruvakrastu støðini at taka myndir í.
Hesar myndir verða tiknar eftir sjálva vígsluna, og í tíðini fram til ta stóru løtuna, tá sjálvt brúdleypið skal vera.
Summum myndafólkum dáma at fara oman í fjøruna, á eina hellu ella annað stað, har bakgrundin kann vera bæði dramatiskt, vøkur og litrík. Onnur eru meiri einføld, og siga takk, um tey bara sleppa at taka nakrar myndir inni í kirkjuni.

So eru uppaftur aðrir, sum, so at siga, fara til stroks við teim nýgiftu. Hetta gjørdi ein myndamaður herfyri, tá eitt komandi útlendskt brúðarpar ynskti, at teirra myndir skuldu takast uppi í hæddunum, hesa ferð beint við vitan á Kallinum, norðast á Kalsoynni.

Men tá alt kemur til alt, so er tað vígslan í eini kirkju ella á øðrum staði, sum er tann týdningarmesta, og sum eisini er byrjanin til brúdleypsveitsluna og samlív teirra sum hjún.

Tá eru tær ymisku kirkjurnar eisini góð umhvørvi til góðar myndir, júst soleiðis sum tað var í Saksunar kirkju henda leygardagin 1. apríl 2023.
Í hesi søguligu, og ikki minst vøkru og skjótt 165 ára gomlu kirkjuni, eru fleiri hjún vígd, tey flestu innanveggja, og onnur eisini uttandura, men kortini inni á matrikklinum.
Hesaferð var tað Marin, systir brúðrina, ið stóð fyri myndatøkuni, tá sjálv vígslan fór fram.


Brúðgómurin hevur ættarbond úr Saksun, og brúðurin í grannabygdini, har brúdleypið var hildið (Mynd: Marin Heinesen)

Hvar er brúðurin?
Sum longu nevnt skuldu brúðarvígslan byrja klokkan 13. Veðrið var av tí fagrasta, men tað var heldur kalt uttanfyri, og heldur ikki ov heitt inni í kirkjuni.
Hesar umstøður forðaðu kortini ikki brúðarfólkinum í at koyra tann langa teinin til Saksunar, har vígslan skuldi vera undir leiðslu av sóknarprestinum í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.

Klokkan var nakrar minuttir í eitt, tá fyrst klokkarin úr bygdini, síðani organisturin, sum kom úr aðrari bygd, og at enda presturin úr Hvalvík komu til kirkjuna. Hetta vóru so kirkjutænararnir henda dagin.
Men so vóru tað øll hini. Eina løtu seinni kom annar av høvuðspersónunum í dag, brúðgómurin Sonhard, spentur til vígsluna. Tað gekk enn ein løta, og so kom tann sjálvsagdi spurningurin: - Tú, hvar er brúðurin?
Kent er orðafellið, at skula bíða eftir brúður. Í Saksun var einki undantak í so máta henda dagin, tí tað gekk ein góð løta, áðrenn hon kom í kirkjuna.


Tey bæði nýgiftu fingu ta fyrstu gávuna, so skjótt sum vígslan var liðug. Prestur gav teimum bókina “Kærlighedens 5 sprog” um týdningin av samskifti í hjúnarlagnum

Klokkan 13:22
Klokkan var nú farin væl av eitt, og nærkaðist fyrst 13:15 og síðani 13:20, men einki sást til nakra brúður.
Hetta nervaði tó ikki Sonhard, ið tóktist róligur, hóast tað nú vóru farnir 22 minuttir yvir tíðina. Hann prátaði við tey, sum longu vóru komin í kirkjuna, og svaraði høviskliga aftur, tá fólk spurdu teir spurningarnar, sum natúrligt var hjá fólki at seta eina slíka løtu:
- Tú Sonhard, man hon hava umbestemmað seg? Er hon kanska farin at geva seyðinum, og hevur gloymt alt um brúdleypið? Nú, hvussu er: Man hon fara at koma í dag? Ella, hevur hon sent okkum øll apríl, nú vit skriva 1. apríl?

Brúðgómurin lat ikki alt hetta við seg koma, men loftaði øllum spurningunum og øllum ivamálunum við einum stórum brosi, tá hann stutt staðfesti: Bara Johanna kemur áðrenn klokkan 19, tí tá vit hava boðið til brúdleyp í Haraldssundi!

Men hygga nú: Brádliga kom róp í, at nú kemur brúðurin. Og so var bara eitt at gera: Fáa klokkaran upp í tornið at ringja, og fáa organistin at seta seg við elektriska orglið, kláran at spæla kenda, nógv brúkta og festliga brúdleypsmarsjin hjá Richard Wagner. Brúðarvígslan í Saksunar kirkju kundi umsíðir byrja.
Má Harrin vælsigna hjúnini bæði, Sonhard og Johannu.


Kalt var í veðrinum, men tað nervaði hvørki Sonhard ella Johannu