Skriva út

Lógin um fosturtøku

03.11.2025 Tíðindi
2023 09 Fólkakirkjan Biskupur 001

Framløga biskups í rættarnevndini. Upplegg til samtaluna við tingfólkini.

Útgangsstøðið
Niðurstøða biskups ella útgangsstøðið í málinum um fosturtøku er myndað av tí sannføring, at lívið er heilagt og givið av Guði. Hetta sjónarmiðið liggur sum grundarlag undir tí lívfrøðiliga etikkinum og øllum útsøgnum, ið nema sosial etiska hugsan.

Sjónarmið biskups eru grundað gudfrøðiliga við støði í læru frá lærdum háskúla. Sjónarmið biskups eru harafturat borin av persónligari trúgv og gera ikki krav uppá at vera lærd vísind.

Greining av hugtøkum
Føroysk Orðabók, Føroya Fróðskaparfelag 1998, greinar hugtakið fosturtøka soleiðis: at taka ófullborið fostur úr móðurlívi.

Í § 1 í uppskotinum um løgtingslóg um fosturtøku stendur: “Kvinna, sum býr í Føroyum og er við barn, kann fáa fosturtøku, um inntrivið kann verða gjørt áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini...”

Talan er um eitt inntriv, ið nevnda orðabók greinar sum uppílegging og ítak.

Við øðrum orðum eru tvær neiligar orðingar nýttar, nú lógin um fosturtøku skal endurskoðast og víðkast. At taka ófullborið fostur í móðurlívi verður gjørt við eini uppílegging. Lívstráðurin hjá einum lívi, ið kundi verðið borið í heim sum fullborið barn, verður kvettur.

Sjónarmið biskups um lívið
Sjónarmið biskups um lívið hava verið almenn í mong ár og eru endurtikin, nú bókin “Brekið og møguleikin” kom út í oktober í ár. Velji at endurgeva eitt brot úr bókini til tess at lýsa mína áskoðan:

  • Guð er skapari himins og jarðar.
  • Mannalívið er sum skapað av Guði heilagt longu frá gitnaði í móðurlívi og alt at gravarbakka / vátari grøv / ókendum lendi. 
  • Vegna skapan Guðs og heilagleika hansara er menniskjað halgað og sett til at umsita og ansa eftir skapanarverkinum. Hetta er uppgáva teirra kristnu og alra.
  • At taka lív ella avmarka lívið og umstøður lívsins er ikki heimilað menniskjum. Lívið er Guðs gáva og menniskjans uppgáva. 

Tøka av lívi samsvarar ikki við grundarlagið undir mínari kristnu trúgv. Vit hava fingið eina uppgávu við atliti at lívinum, ið vit mega røkja við nærlagni teimum livandi at frama. 

Biskupur heitir á politisku skipanina at bera so í bandi, at komandi mammur fáa allar hugsandi sømdir, so tær kenna tað gleðiligt heldur enn avbjóðandi at vera við barn og gerast mamma. Hugsað verður um sosialan og fíggjarligan stuðul, at útgjaldið til kvinnur í barnsburði verður munandi hækkað.

Undirritaði er vitandi um, at í hesi øldini hava ungar mammur sosialt og fíggjarliga havt tað svárt vegna tess, at tær gjørdust við barn.

Siga vit ja til lívið, mega vit taka ábyrgd bæði sum einstaklingar, kirkjur og samfelag. Hesa ábyrgdina hava vit – fíggjarliga og andaliga – ikki røkt nóg væl. Harafturat mega vit í Jesu navni boða náði Guðs til kvinnur og menn, uttan mun til tiknar avgerðir og gjørdar gerðir. 

Undirritaði sigur ja til lívið og er til reiðar at gjalda eitt sindur meira í skatti. Vit ríku skulu eyðvitað gjalda fyri tey, ið eiga minni. Lívið krevur solidaritet.

Veruleikin samsvarar ikki við hugsjónina
Hóast biskupur er fyri lívinum, er tað alment kent, at í gomlum døgum eins væl sum í okkara tíð verða fosturtøkur framdar. Evnið er sárt, og vit mega vanda okkum um orðini og vera hóvlig hvør móti øðrum. Fosturtøka er eitt álvarsmál uttan mun til, hvønn veg vit velja at fara.

Velja vit at føða barnið, ja so skulu vit til arbeiðis og taka ábyrgd. Tað er ikki altíð eitt lætt val í ungum døgum. Vit, ið hava staðið í støðuni og valt, vita, at nýborið lív er lívsins størsta signing, gáva og uppgáva. Tað er ein lívslong og langtíðar haldbar gleði hóast ávís sveiggj á leiðini.

Eisini tey, ið velja fosturtøku, skulu til arbeiðis og taka ábyrgd av valinum. Fáar avgerðir í lívinum eru uttan kostnað. Gjaldið ella byrðan er ymisk bæði við atliti at krónum, likamligari og sálarligari heilsu.

Tess vegna er ein nýtilig lóggáva neyðug, ið tryggjar øllum kvinnum, ið ynskja tað, serkøna hjálp og vegleiðing. Hugsað verður um læknafrøðiligar samtalur, samrøður við sosialráðgevarar, sálarfrøðingar og annan viðkomandi fakligan kunnleika í øllum liðum, ið nema ella umrøða barnsburð og møguliga fosturtøku.

Samtalan / samráð
Biskupur metir ta óheppið, um møguleikin hjá kvinnum, ið eru við barn og ynskja at samtala við fakfólk, viknar. Tað eru fáar avgerandi støður í lívinum, har tað ikki er viðkomandi og gagnligt at samtala við fakfólk um týðandi avgerðir.

Upphæddin í krónum, ið er nevnd í almennu viðmerkingunum til samráð/samtalu, tykist mær alt ov lág, ja, er beinleiðis ein undirmeting av týdninginum av samtaluni.

Biskupur saknar í uppskotinum, at møgulig hjáárin ella seinárin av fosturtøku verða nevnd. Vit, ið hava arbeitt við menniskjum í eina knappa hálva øld, vita, at nakrar kvinnur hava sálarligan trega av avgerðini um fosturtøku. Her eigur avgjørt at vera gjørd ein skipan, ið menniskjansliga, sosialt og sálarliga loftar teimum, ið til likams ella sálar kenna trega av eini fosturtøku.

Møguliga hugsar lóggevandi myndugleikin, at tær almennu skipanir megna at lofta. Tó, vituligt er, at tær almennu skipanirnar eru spentar hart fyri. Tess vegna eiga kvinnur, ið hava fingið fosturtøku, at fáa møguleikan at fáa stuðul til sálarfrøðiliga samtalu  og viðgerð stutt eftir inntrivið og væl seinni.

Løgtingið
Tað er Løgtingið, ið smíðar, lógir landsins. Biskupur heldur tað vera óheppið, at so álvarslig mál sum lógin um fosturtøku onkursvegna verða skundað ígjøgnum.

Tað var upplagt, at hetta málið var viðgjørt í einum breiðum arbeiðsbólki, har fólkakirkjan, fríkirkjur, kvinnurørslan, MEGD og onnur vóru umboðað. Biskupur mælir til, at Løgtingið tekur sær stundir til at samskipa tey ymisku sjónarmiðini.

Ábyrgd hins einstaka
Tað er Løgtingið, ið ásetir karmarnar, sum borgarar landsins taka avgerðir útfrá og virka undir. Hóast biskupur og onnur hava avgjørdar meiningar, mega vit virða rættin hjá øðrum at hugsa øðrvísi og handla samsvarandi. Virðing hvør fyri øðrum og øllum er hóskilig.

At tilbiðja avbjóðingar, sjúku og brek er ikki gagnligt. Tó, í einum fólkaræði eiga vit at rúma teimum, ið bera brek. Tað er eins og § 3 stk. 3 í uppskotinum til løgtingslóg um fosturtøku skurrar í oyrunum. Tað minnir alt ov nógv um útreinskan.

Fólk við breki hava sama mannvirðið sum vit onnur. Mælandi og ómælandi hava rættin at verða hoyrd, rættin at vera til. Talan er um aktiva og passiva lívsdygd.

Børn, ið bera brek, eru foreldranna dýrabara ogn og gleði. Tað er foreldrunum lívsins fylla at vera um og ganga børnunum til handa. Tað avmarkaða ella skerda lívið er dýrabart í síni viðkvomu støðu.

Null hugsjónin
Biskupur heitir á Løgtingið at bera so í bandi, at so fáar fosturtøkur verða framdar sum møguligt. Biskupur metir, at ein null hugsjón er eitt hóskiligt mál at seta sær.

Tórshavn 3. november 2025

Jógvan Fríðriksson