Skriva út

Ljósið á Oyruni sum tykisferð

11.03.2025 Tíðindi
Hvannasund
Ljósið á Oyruni sum tykisferð

Nú er møguligt at fara á tykisferð í Hvannasunds kirkju. Hvannasunds kirkja er eyðkend við avbera vøkru staðsetingini millum høgu fjøllini í tronganum. Á 75-ára vígsludegnum 17. november 2024 helt sóknarpresturin Jóannes Purkhús fyri, at serliga vøkur er kirkjan um kvøldarnar "tá ið veðrið er gott, og tann lýsandi krossurin á Kirkjuhúsinum speglast í Sundinum." Nú ber til vitja Hvannasunds kirkju og Kirkjuhúsið á skíggjanum.

Hvannasunds kirkja varð vígd og tikin í nýtslu hin 13. november 1949. Jákup Joensen próstur vígdi kirkjuna.

Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at átta kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja, Haldórsvíkar kirkja og Hvannasunds kirkja.

Ætlandi verður Skála kirkja tøk um tvær vikur.

Ver vælkomin á gátt - eisini á tykisferð.