Skriva út
Ljómandi tign
31.01.2012 Tíðindi

Dómkirkjan kom til sín rætt sunnudagin 29. januar 2012. Ein vøkur og tignarlig gudstænasta, ið tó varðveitti ein fjálgan menniskjansligan dám. Tað virðiliga, ið samljóðar við fólkið og fólkasálina, klæðir fólkakirkjuni.
Høvið var lívsjáttandi, tí hetta var dagurin, tá tann í Føroyum kendi urguleikarin, Jens Mortan Mortensen, varð prestvígdur. Ikki færri enn 22 prestar vóru saman við tí nýggja prestinum inni í kórinum.
Legði til merkis, at úti í skipinum sóust nakrir urguleikarar, sum vóru komin í kirkju til tess at fagna einum starvsfelaga á nýggjari yrkisleið.
Sálmasangurin gekk væl, og Gudmund Mortensen, ið sat við urguna legði - sum altíð - sálina í gerning sín. Gudmund og Jens Mortan eru brøður. Teir báðir og systirin, Sólbjørg Símunarson, ið er urguleikari á Argjum, dugna kirkjuni við urguspæli.
Eisini onnur ljóðføri vórðu nýtt til tess at seta dám á løtuna, so hon gjørdist ljós og glað. Jens Knudsen spældi trombone, og Ólavur Olsen trompet. At sita frammi í kór og hoyra tónarnar, urguna og ljómandi horntónleik, tað var ein løta, ið er verd at minnast og letur seg minnast.
Kórið hjá Sunleifi Rasmussen er væl kent fyri sína dygd og góðsku. Frágera gott, so Kyrie, Gloria og ein Helleluja-satsur veruliga komu til sín rætt. Um ikki á fyrsta sinni, so vóru hesi gomlu liturgisku liðini ein væleydnað roynd, ið óivað verða føst lið tílíkar dagar.
Dómkirkjan eigur at vera dómkirkja. Hon hevur sum kirkja landsumfatandi uppgávur. Prestarnir verða prestvígdir í Dómkirkjuni til tænastu í Føroyum. So verða teir fyrst komandi sunnudag eftir vígsluna innsettir í tað kallið, sum gjørdist kall teirra.
Fólkakirkjan er fólksins kirkja. Tað var ein stór gleði at síggja væl av fólki í kirkjuni. Kirkjufólkið, fjøldin, ið sjáldan verður nevnd við navni. Tað er kirkjunnar stóra aktiv, at nógv fólk kemur í kirkju og á mangan hátt ber kirkjuna bæði verkliga og andaliga. Heitar hendur í bøn og tænastu. Hin reina gleðin, ið gleðist saman við tí nýggja prestinum og øllum hansara.
Ein rík løta ein ríkan dag við lívsjáttandi innihaldi. Ein evnaríkur maður kallaður til orðsins tænastu. Ein prestur, sum ger orð til tónar og tónar til orð.
JF
Onnur tíðindi