Skriva út

Lívið er undurfult

20.03.2024 Tíðindi

Tað byrjaði við einum orði. Og orðini skaptu tað, tey søgdu.

Og soleiðis skuldi alt verðið so sára gott har í urtagarðinum Eden, men tað gekk ikki, hóast alt.

Alt kiksaði við Evu og súreplið setti seg fast í barkan á Ádami.

Ættarlið eru komin og farin og hava til allar tíðir sett somu spurningar um lív, deyða, líðing og meining við tí heila. Henda undur ella ikki?

At fáa eitt barn er eitt undur, munnu tey flestu ásanna. Fáa henda heita, mjúka barnakroppin í føvningin, sum hyggur at tær við djúpum eygnabráði, sum hevur tað skoðað aðrar dýbdir.

Ivaleyst hava flestar kvinnur og Mariu eisini somu kenslur, tá tær hava stríðst seg gjøgnum eina føðing, men vit eru so øðrvísi frá Mariu, sum fekk barn, sum varð føtt fyri at doyggja, so vit kundu liva.

Menniskjan kann framum aðrar livandi verur hugsa aftur og fram í tíðina og hugmynda sær ymiskt. Men neyvan hevði nakar kunnað upphugsað støðuna, at ein kvinna fekk vitjan av eingli, sum segði henni, at í hennara tómu lívmóður fór barn at búgva, til tað verður jól.

Soleiðis fekk søgan eina aðra vend, tí við Mariu og hennara lívsuppgávu byrjaði okkara bjargingarætlan.

Meðan nøkur bara hava hildið hetta vera eina fitta søgu, hava onnur trúð undrinum.

Frælsisátakið, sum byrjaði trygt og fjalt inni í Mariu, var ikki nakað direktiv, lóg ella páboð. Tað var eitt barn, eitt menniskja, sum er frælsishetjan, sum fær okkum á mál.

Eitt mirakul er ein guddómlig kraftargerð, sum fær okkum at undrast og sum verður sjónligt fyri okkum í okkara gerandisdegi. Eitt mirakul er altíð nakað positivt, nakað gott, nakað sum gleðir hóast tað er óskiljandi fyri okkara vit og skil.

Í dag tykist tað mangan, sum vit bara hava ein “wellness átrúnaða”, har einki undur er. Tað kann vera undurfult at verða masseraður við heitum oljum aftur við fuglaljóði og brimbroti, men um vit ongantíð fáa sálina masseraða, so vit hóma undrið, so verður tað heila fátæksligt.

Vit eru enn í føstuni og tað er tíðin framum aðrar tíðir at evaluera og hugsa. Antin er lívið bara ævig endurtøka, sum byrjar við føðing og endar í gravarmyrkrinum og í teimum árum eg livi eri eg mín egni harri, sum beri alt sjálv. 

Ella er lívið eitt dýrt undur, sum eg bara kann taka ímóti við takklæti og trúgva, at Ein ber við mær og letur annað ljós skína, tá hetta slóknar.

Tað var tað, sum barnið, sum Maria bar undir belti lovaði okkum. Navnið hann fekk var Immanuel, sum merkir “Guð við okkum “, og hvør kann tá vera ímóti okkum?

Lívið er fult av undrum, tað tørvar bara, at vit varnast tey.

Og tað er undurfult, tá tað hendir!