Skriva út

Lív aftur í Leirum

05.02.2012 Tíðindi
Lív aftur í Leirum

Í Hvalba var sunnudagurin 5. februar 2012 merktur av hátíðardámi. Sólin skein oman og niðan henda vakra vetrarmorgun, og sólin, sum stendur lágt á himni hesa ársins tíð, sendi strálur sínar inn gjøgnum kirkjuvindeyguni, so nýumvælda kirkjurúmið stóð ljóst og innbjóðandi og kom til sín rætt. Hetta var eisini sera hóskandi, tí nýggjur prestur varð innsettur í Hvalba hendan sunnumorgunin. Jens Mortan Mortensen varð innsettur sum prestur í Suðuroyar Norðara Prestagjaldi, við bústaði í prestagarðinum í Leirum í Hvalba.

Biskupur, Jógvan Fríðriksson, og dómpróstur, Uni Næs, og umleið helmingurin av prestunum í Føroyum tóku lut í hátíðarmerktu guðstænastuni í kirkjuni í Hvalba, umframt at kirkjan var fullsett av kirkjufólki.
Dómpróstur, handaði Jens Mortani Mortensen kalsbræv og setanarbræv, og eftir hetta helt nýggi presturin fyrstu prædikuna í kirkjuni í Hvalba.

Jens Mortan Mortensen hevur í fleiri ár búleikast í Hvalba, verið urguleikari í kirkjum í Suðuroynni, umframt at hann t.d. eisini hevur stjórnað kirkjukórinum Ljómi í Vági í nøkur tíðarskeið. Kórið sang eisini til innsetanarguðstænastuna í Hvalba. Tróndur Enni leikti trompet og Gudmund Mortensen leikti urgu og leiddi kórið. Gudmund Mortensen er annars urguleikari í Dómkirkjuni og er eisini bróður nýggja prestin, Jens Mortan Mortensen.

Kirkjufólkið nýtti høvið at heilsa uppá nýggja prestin. Eftir guðstænastuna stóð nýggi presturin, biskupur, dómpróstur og prestarnir uttanfyri kirkjuna og heilsaðu uppá kirkjufólkið, og skilligt var, at fólk fegnast, nú prestur er aftur í sóknini og lív er í Leirum.


Dagfinn Olsen