Skriva út

Lítil kirkja – stór hugsan!

21.11.2011 Tíðindi
Lítil kirkja – stór hugsan!


Friðsæl lá kirkjan í Árnafirði í sínum kenda umhvørvi. Tað andaði av friði, og hvørki aldubrot ella tutl frá áunum órógvaði.

Kirkjuráðini í Norðoyggjum komu árla á morgni saman í Róðrarneystinum leygardagin 19. november 2011. Karmurin var góður, og tænastustøðið var høgt. Gott lag, góður matur og fróðarfólk.

Tað var næstan sum í upphavi, at alt var sára gott. Eisini nú á døgum er mangt gott, tí har frelsarin Jesus er innihaldið í degi og samtalu, har er so nógv gott. Smávegis tillagingar og nakað av bata her og har, so er heildarmyndin nøktandi.

Hanus á Gørðum var samskipari og byrjaði dagin við eini andakt. Prestur er sum tikin úr leikum til tænastuna. At skipa fyri og fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Hann byrjaði dagin við sálmasangi og andakt. Støðið var lagt, tónin givin, og vit hildu sama tóna til kl.20,00, tá Árnafjarðar kirkju slerdi biðisløgini og lýsti sína signing yvir kirkjuliðið.

Tað var ein kensluborin tign yvir degnum, tí fráfarandi sóknarpresturin í Ónagerði, Elsa Funding, var við og tók lut í kirkjudegnum. Elsa leggur frá sær 1. desember. Norðingar fara at sakna Elsu. Serliga útoyggjafólk, tí eingin prestur tey seinastu hundrað árini hevur vitjað Fugloynna og Svínoynna so dúgliga sum Elsa. Vit siga takk fyri tænastuna og ynskja presti Eystan Múla Harrans signing.

Á skránni vóru tveir fyrilestrar. Uni Næs skuldi røða um tær avbjóðingar, sum fólkakirkjan hevur í dag. Dómprósturin hugsar jaligt. Í hansara hugaheimi eru eingir trupulleikar, men einans avbjóðingar. Á hesum sinni fekk hann forfall ella stóð í aðrari tænastu. So í evstu løtu vóru góð ráð dýr.

Væl gekst, tí Magnus B. Jørgensen, sóknarprestur, kom í hansara stað. Tað var ein áhugaverdur og kveikjandi fyrilestur. Nógv hugskot hjá okkum í leiðslu kirkjunnar at hugsa um og arbeiða við. Eisini hugskot til tey staðbundnu kirkjuráðini, hvat vit kunnu gera sum einstaklingar og í felag til tess at dugna kirkjuni.

Nevni tvinni evnir úr eini stórari rúgvu. Magnus nam við tilbúgving og kreppuhjálp. Hvat gera vit sum kirkja, tá vanlagnan rakar á sjógvi ella landi? Hvar eru vit sum kirkjulið? Hvar eru sálarhirðarnir?

Sum royndur prestur sat eg har og fekk ikki einvíst góða samvitsku. Hvussu mong hava ikki bíðað eftir, at bankað varð á dyrnar og hurðin fór upp. Tað Magnus segði, rakti okkum øll. Tað var væl sagt, hóvliga og stillisliga. Aðalendamálið er jú, at vit skulu verða dugnaligari sum fólkakirkja.

Eitt heilt annað evni var støðan hjá urguni. Tørvurin á urguleikarum er stórur, og prestur metti, at vit máttu hugsa nýtt, hugsa stórt og gera nakað við málið. Ikki einans tosa.

Kirkjuráðslimirnir vóru ófør at gera viðmerkingar. Alt sagt í kærleika. Ført varð millum annað fram, at vit øll og serliga prestarnir høvdu eina uppgávu t.d.

• Dópur, - upplæring, siðvenja og mannagongd í kirkjuni.
• Børnini, - at kirkjan í størri mun gav børnunum gætur.
• At vit í kirkjuni ikki einans prædika men tosa um viðkomandi mál í tíðini, viðkomandi lið í okkara kirkjuskipan.
• At prestur vitjar tey gomlu. At kirkjuliðið hjálpir presti at vitja tey eldru, ið ikki longur kunnu koma í kirkju.
• At økja um kensluna hjá tí einstaka í kirkjuliðnum, at hann ella hon eigur eitt virðisbræv í kirkjuni, at kirkjan er felags ogn.
• At øll eru vælkomin, - ikki einans sagt við orðum, men eisini við einum innbjóðandi kropsmáli. Ein útrætt hond, eitt smíl og mild eygu.

Biskupur tosaði um framtíðina hjá fólkakirkjuni í Norðoyggjum. Hetta málið er ikki fullborið og far neyvari viðgerð. Í høvuðsheitum er talan um, at allir tríggir prestarnir í Norðoyggjum koma at arbeiða sum eitt og sama toymi. Um prestagjøldini verða løgd saman í eitt ella ikki, er enn ein opin spurningur.

Greitt er tó, at allir tríggir prestarnir í Norðoyggjum koma at gera tænastu í øllum Norðoyggjunum uttan mun til, hvør bygnaðurin verður.

Tað setti dám á løtuna, at dómprósturin møtti upp kl. 18,10, meðan vit ótu ein góðan døgurða. Hann kom ikki heilt norður til Árnafjarðar einans at eta. Hann ynskti at hitta fólkið, og siga nøkur orð. Tað megnaði hann væl – aftur á hesum sinni. Eftir stendur myndin av einum manni, ið er og ynskir at vera millum fólkið, hvørs leiðari og tænari dómprósturin er.

Dagurin endaði við eini gudstænastu. Biskupur lænti orðini frá einum norskum biskupi, tá hann tosaði um Jesus og kirkjunnar høga kall : “at prædika evangeliið um Jesus til teirra, ið mistóku seg og fóru skeiv av málinum og vegnum.” Jú, ein vónrík framtíð fyri framman.

JF.