Skriva út

Listaframsýning í Glyvra kirkju

21.10.2021 Tíðindi

Sunnukvøldið hin 24. oktober kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Kári Svensson, listamaður, sýnir fram. Í sambandi við listaframsýningina verður tónlist. Kári Sverrisson, tónleikari, syngur.
 
Bárður Jákupsson, listamaður, sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum”: “Kári Svensson ferðast nógv í náttúruni, serliga á sjónum, á útróðri. Ella við laksatráðu. Innliving í landslagið er týdningarmikil fortreyt fyri málningunum. Myndirnar byggja á náttúruupplivingar, linjur og strikur sipa til hús, gøtur og fólk. Flótandi skapleysir formar og rørslur kunnu ímynda sveimandi hamrar ella líðir”.