Skriva út

Lis til Suðurstreym

17.11.2026 Tíðindi
2026 10 Fólkakirkjan Prestar 007

Lýst hevur verið eftir virkandi sóknarpresti til Suðurstreymoyar vestara prestagjald fyri mánaðirnar januar-mars 2027.

Á felags kirkjuráðsfundi 16. november innstillaðu kirkjuráðini í nevnda prestagjaldi Lis Samuelsen í tíðaravmarkaða kallið.

Suðurstreymoyar vestara prestagjald fevnir um Vesturkirkjuna, Argja kirkju, Kirkjubøar kirkju og kirkjuna í Hesti. 

Lis hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.
 
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur tænt í Estlandi í tríggjar mánaðir. 

Seinastu tíðina hevur hon røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta við støði í Vestmanna síðani 1. september 2025. 

Lis byrjar í embætinum 1. januar 2027.

Tvær umsóknir vóru til embætið.