Skriva út

Lis Samuelsen virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi

20.08.2025 Tíðindi
Lis

Lýst hevur verið eftir virkandi sóknarpresti til Norðstreymoyar vestara prestagjald.

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í eitt gott ár frá 1. september í ár. 

Biskupur er setanarmyndugleiki og hevur sett Lis Samuelsen í tað tíðaravmarkaða kallið. 

Lis hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.
 
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur. 

Hon hevur ta seinastu tíðina røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi nú á sumri í 2025.