Skriva út

Lis Samuelsen virkandi sóknarprestur

23.05.2025 Tíðindi
Lis

Lýst hevur verið eftir virkandi sóknarpresti til Suðurstreymoyar vestara prestagjald.

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í juni og juli 2025.
 
Biskupur er setanarmyndugleiki og hevur sett Lis Samuelsen í tað tíðaravmarkaða kallið.
 
Lis hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.
 
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur. 

Hon hevur ta seinastu tíðina røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Norðstreymoyar prestagjaldi í februar, mars og apríl 2025.