Skriva út

Líkið hevur bakað smákøkurnar

27.04.2017 Tíðindi

Sagt hevur verið frá, at ”tey gomlu” doyðu mett av døgum, líkklæðini vóru tøk, húsini vóru soleiðis smíðað, at kista slapp inn og úr aftur húsinum.

Og Poul F. sigur einastaðni frá, at ein avgamal maður hevði bestilt onkran sterkan løg, sum skuldi vera til ervið, men tann gamli doyði ikki so skjótt, so hann munnaði sær á saman við teimum, sum annars høvdu komið til hansara jarðarferð.

Og so út í kirkjugarðin, har gravirnar bert vóru grasleiði, tí har vóru tey deyðu ikki, bert nøkur bein, so ongin orsøk var at hjúkla um eina grøv, tey vóru farin undan og lívið gekk víðari.

Ì dag liva vit í eini tíð, har stóri felagsskapurin ikki er so sterkur longur. Vit eru einstøk, individualiseraði, og vit liva okkara lív, júst so sum vit ynskja. Vit smíða okkum lukkuna góða, soleiðis sum vit halda, hon skal smíðast.

Vit royna, hvør í sínum lagi, at vera serstøk og ikki ein úr fjøldini. Sosialu miðlarnir í dag geva okkum so sera stóran møguleika á FB og Instagram at vísa ,hvussu vit liva, hvat vit gera í frítíðini, hvat vit eta um morgunin, hvussu vit hava innrættað okkum stovuna og hvar vit fara at ferðast. Eg livi av, at onkur dámar meg, eg verði virðismett av øðrum og hetta er ofta strævið og tungt at bera.

Brúdleyp, polterabend, barnadópar og ja, jarðarferðir - allar hesar hendingar og allir hesir siðir fylgja ikki nøkrum siðbundnum longur.

Brúðleypið er skipað frá byrjan. Ein ”eventmakari” stýrir øllum degnum, so brúðarparið veit, at kontroll er á øllum og at onki óvæntað hendir,sum tey ikki kunnu stýra og hava ræði á. Og soleiðis kunnu vit halda á. Frá byrjan av lívinum tosa vit um projektbørn og vit ynskja, at føðing og barsil skulu vera júst sum vit ynskja okkum.

Og tá vit koma til endan á lívinum, tá tekur tann doyggjandi yvir. Tann ,sum veit, at fráfaringarløtan er nær, ger av, hvussu alt skal vera, tá hann er farin.

Eins og man áður keypti bók sum æt ”Mítt barn” har man so skrivaði alt um barnið í, soleiðis kann tann doyggjandi skriva øll síni ynski í slíka bók í dag.

Slík bók er júst komin á bókamarknaðin og hon eitur ”Kærar heilsanir” !

Summi velja sína egnu kistu, kanska eina ómálaða, sum abbabørnini kunnu mála og tekna á, ella aðra umhvørvisvinaliga kistu. Tey avgera, hvørjum tey ynskja at vera í, onkur skaffar kjøt og køkur til ervið, so alt stendur klárt, og ervið verður kanska vistfrøðiligt ella hevur eitt tema, sum endurspeglar tann deyða. Sálmarnir eru valdir, hvat presturin skal tosa um og hvør skal syngja í kirkjuni.

Fleiri avvarðandi fegnast um, at doyggjandi kunnu skriva í slíka bók, tí hetta hjálpir teimum sum fara og teimum sum eru eftir at tosa um størsta tabu av teimum øllum, nevniliga deyðan..

Eisini deyðsslýsingina hava fleiri hugsað um. Las um kvinnu, sum doyði av krabba, at hon skrivaði hesa deyðslýsing um seg og sum familjan festi alment á blað :

”Góðu børn, maður, foreldur, systkin og vinir. Eg mótmæli harðliga og hetta er als ikki við mínum góða vilja at eg fari avstað, tí tað er so almikið eftir at læra, at uppliva og elska. Men soleiðis er tað bara. Njótið dagin, tí lívið er dagar, sum koma og fara. Eg vil takka øllum heilsuverkinum og hospice, sum hava verið um meg og hjálpt mær. Ynski tykkum langt og deiligt lív. Hugsa onkuntíð um meg og loysið krabbagátuna. Tær kærastu heilsanir frá Annu”.

Í Halgubók verður sagt, at vit ”syrgja ikki, sum tey, sum onga vón hava”, men at syrgja hevur eisini aðra meining í dag, tí sagt verður, at fólk kenna sváran sakn og syrgja, um tey missa sína fartelefon, tí hon er vorðin teimum so kær !

Til ber eisini, áðrenn eg fari foldum frá, at fáa avtalu í lag við FB, sum á hvørjum ári minnir vinirnar á
” Hey, minnist tú Annu, nú eru tvey ár síðani hon doyði, er nakað tú vilt skriva her um hana?”

Vit vilja so sera fegin hava ræði á øllum og ikki missa kontrol, men vert er at geva orðunum hjá Henrik Ibsen gætur, at ”evigt ejes kun det tabte” og tað er so okkara lutur sum menniskja.

Heilsanirnar á kransunum hava altíð verið so endaligar ”seinasta heilsan” ”sov í friði”, men í dag eru aðrir tekstir , sum siga :

”Síggjast seinni!” ella ”Yvir og farin!” og tað enduspeglar vónina.