Skriva út

- Lesturin í dag segði eisini mær nógv

10.03.2023 Tíðindi

Sigrid Jógvansdóttir er deknur í Árnafjarðar kirkju. - Eg havi gingið í kirkju her, heilt frá tí at eg var smágenta. Tað er her, ið eg hoyri heima, - ja, hetta er í roynd og veru mítt andaliga heim, sigur hon. 

Kirkjulív í Árnafirði – grein 6 av 7
Sigrid stendur har frammi á kórsgáttini og lesur dagsins lestur úr lestrabókini ”Í fyrstuni var orðið” hjá John Myllhamar í Sandavági.
- Hetta, sum hann skrivar her, er barasta so gott og so satt, slær hon fast um dagsins lestur. Teksturin er úr Lukas kapittul 2, ta ferðina tá foreldur Jesusar leitaðu eftir honum, og at enda funnu 12 ára gamla sonin, har hann átti at vera, nevniliga í halgidóminum í Jerúsalem.

Og hon lesur víðari: - Tað er so týdningarmikið, tá ið foreldur og leiðarar læra tey ungu at søkja Guds hús og samfelag teirra heilagu. Tað hendir seg meira enn so, at tað góða, ið foreldur hava lært børn síni, kemur foreldrunum sjálvum til góðar seinni, uttan at tey ána tað.

- Børnini kunnu eisini koma at læra foreldrini tað, sum foreldrini einaferð lærdu børnini – tey finna nakað gott og rætt aftur í børnunum, sum tey sjálv einaferð høvdu lagt niður í tey og lært tey, lesur Sigrid víðari, áðrenn hon endar hetta beinrakna pettið í lestrinum við hesum orðum:
- Ja, Maria og Jósef funnu son sín, Jesus aftur í Guds húsi, í halgidóminum, har tey sjálv høvdu lært hann at ganga.

Gudstænastan er liðug, og Sigrid hevur tíð at seta orð á henda lesturin til trettanda-dag 2023. Sjálv kennir hon seg væl aftur í lestrinum, tí hon og maðurin eiga fýra børn, og tá kann ein uppliva, at ein ikki rættiliga veit, hvar tey eru, ella hvar frægast man vera at leita eftir teimum, - hjá vinfólkum, á ítróttarvøllinum, ella skuldu tey kanska leita í kirkjuni?

- Júst tá eg í dag las hatta um Mariu og Jósef, kom eg at minnast aftur á, tá eg fyrr plagdi at lesa lestur, og hevði elstu dóttrina við – altso hon sum er klokkari í dag.


Sigrid byrjaði longu sum 14 ára gomul at lesa í Árnafjarðar kirkju

Støðan var hon, at maður hjá Sigrid sigldi, og tí var ikki so nógv annað at gera, enn at taka dóttrina við í kirkju, har hon stóð hjá mammuni har uppi á kórsgáttini og helt trygt um bein hennara, tá hon las.

- Tað kann vera, at onkur ikki helt so nógv um hetta, men soleiðis mátti tað bara vera. Ja, hvat um eg nú ikki gjørdi tað og gavst at lesa, soleiðis at hon ikki slapp við mær í kirkju? Svarið uppá tann spurningin fekst tú sjálvur í dag, nú tú sást, at tað júst var Ingibjørg sum var klokkari her.

- Sært tú, - at tað skuldi blíva soleiðis, tað ánaði eg ikki tá fyri meiri enn 17 árum síðani. Vit kunnu leiða børnini í kirkju, og vísa teimum á tað góða og rætta í lívinum. Men vit kunnu ikki avgera nakað fyri tey, tá tey eru vorðin vaksin. Tá tey taka tey jú egnar avgerðir í øllum lívsins viðurskiftum, sigur Sigrid álvarsom.

Mítt andaliga heim
Tað er helst ikki øllum beskorið at traðka fram á kórsgáttina sum deknur í eini kirkju, stutt eftir at hava fingið prestsins hond á høvdið í Christianskirkjuni.
Soleiðis var tað kortini hjá Sigrid. Orsøkin til hetta skal helst finnast í tí veruleika, at pápi hennara, sum kallaðist Jógvan Hansen var sjálvur deknur her í Árnafirði. Hin deknurin var Niklái Poulsen.

Tað var í roynd og veru hesin seinni, sum ein dagin kom til Sigrid við fyrispurningi, um hon hevði hug at hjálpa til sum deknur. Svar hennara var játtandi.
- Eg havi gingið í kirkju her, heilt frá tí at eg var smágenta. Tað er her, ið eg hoyri heima, - ja, hetta er í roynd og veru mítt andaliga heim.


Brot úr dagsins lestri

- Her í kirkjuni havi eg altíð følt meg væl, og ja, tað er eisini her, at eg føli, at eg eri nær hjá Jesusi, greiðir Sigrid frá.

Og hon leggur aftrat:
- Men eg var bara um 14 ára gomul, tá eg var biðin til dekn. Og eg minnist bara, at eg var øgiliga nervøs hesa fyrstu ferðina, ið eg skuldi lesa.

Hart og týðiligt
Dagurin upprann so, tá Sigrid skuldi lesa fyrstu ferð í hennara kirkju. Hon var tó ikki heilt einsamøll um uppgávuna, tí niðri í kirkjuni sat hesin sami Niklái og lurtaði eftir tí sum hon las. Tá hon var liðug at lesa, kom hann aftaná til hana og segði við mildari rødd, hvat var gott, og hvat hon kundi gjørt øðrvísi.
- Hetta var sera gott fyri meg, tí soleiðis lærdi eg beinanvegin at lesa bæði hart, týðiligt og rætt. 

At byrja við las Sigrid inngangsbøn og útgangsbøn, men seinni tordi hon eisini at taka uppá seg at lesa ein heilan lestur, ja, standa fyri øllum, tá deknagudstænasta var.
Men sum tað so ofta verður sagt: Eingin er fullkomin, - heldur ikki ein ungur deknur í Árnafjarðar kirkju.
- Ja, uha, tann eina dagin, tá gekk heilt galið, sigur Sigrid við bros á kinn.

Ein stór fadesa
Hetta hendi nøkur ár eftir, at hon var byrjað at lesa. Nú stóð enn ein deknagudstænasta fyri framman.
Hon hevði roynt hetta við eini slíkari gudstænastu nakrar ferðir, har tað var hon, ið stóð fyri øllum tí, sum lesast skuldi: Bønir, bíbliutekst og sjálvandi lesturin.

Men henda ”minniliga” dagin gloymdi hon eitt, nevniliga bønina, ið verður biðin áðrenn evangeliið verður lisið. Fyri mong hevði hetta bert verið ein lítil feilur, men soleiðis var ikki hjá Sigrid.

- Nei, hjá mær var hetta ein so stór fadesa, at eg gavst snøgt sagt at vera deknur, minnist hon aftur á.
- Í dag hevði eg bara flent eftir hesum, og so farið víðari. Men tá man var so ung, sum eg var tá – ein tannáringur - var hetta næstan ófyrigeviligt. So jú, jú. Eg gavst at lesa aftaná tað.

Tað gingu tó bert fá ár, so var henda ”stóra fadesan” gloymd, og Sigrid stóð aftur við deknapultin har frammi í kór.


Í Árnafirði er sum oftast gudstænasta við lestri. Við kirkjuna eru tveir deknar

Boðskapurin skal fanga
Í nógvum av smærru kirkjunum – serliga teimum á útoyggj – kann vera langt millum, at prestur hevur gudstænastu.
Í Árnafirði er skipanin hon, um ein kann siga tað so, at prestur er her í miðal eina ferð um mánaðin. Kirkjan hoyrir annars undir Norðoya vestara prestagjald.

Henda sunnudagin, tá vitjað var í kirkjuni, var deknagudstænasta við Sigrid Jógvansdóttir. Nevnast má eisini, at dóttir hennara, Ingibjørg Sigridardóttir Müller var klokkari.

Undan eini slíkari gudstænastu liggur eitt stórt og týdningarmikið arbeiði hjá dekninum:
Hesin skal fyrst og fremst finna fram til dagsins tekst, og síðani velja ein lestur úr einari av teimum mongu lestrabókunum, sum finnast á føroyskum. Og síðst, men ikki minst, má hesin lesa lesturin væl ígjøgnum heima, soleiðis at hann verður rætt framborin í kirkjuni.


Fleiri lestrarbøkur eru í at velja. Ein teirra er ”Í fyrstuni var orðið” eftir John Myllhamar. Hesa bókina dámar Sigrid eisini væl.

- Vit hava tíbetur fleiri lestrabøkur at velja millum. Tað er sjálvandi altíð ymiskt, hvar hvør einstakur deknur dámar at lesa. Sjálv dámar mær sera væl lestrarnar hjá John Myllhamar, og teir, sum Meinhard Bjartalíð hevur skrivað.

- Tað er sum um, at eru teirra lestrar eru lættari at lesa enn aðrir. Ikki tí, - hinar lestrabøkurnar eru so sanniliga eisini væl skrivaðar og góðar, men hesar eru onkursvegna lættari at siga frá og skilja, hvat teksturin snýr seg um, sigur Sigrid, sum  leggur aftrat:

- Tað ger eisini sítt til, at kirkjufólkið tímir betri at lurta eftir tí, sum er skrivað sum talumál, enn um tað var skriftmálið. Tað vísir seg bara, at talumálið við teimum vanligu orðunum, fangar nógv betri tann sum lurtar.

- Og ja, - tað er jú eisini tað týdningarmesta av øllum, og tað sum alt snýr seg um: At Orðið verður boðað, fangar og ger sín gerning í tí einstaka!
- - - -

Hetta er 6. og næstseinasta greinin um kirkjuna og kirkjulívið í Árnafirði. Í seinastu greinini hitta vit eitt av kirkjufólkunum í bygdini.