Skriva út

Lestrarnir hjá Dahl kundu saktans verið skrivaðir í dag

02.09.2023 Tíðindi

- Mær dámar sera væl lestrarnar hjá Jákupi Dahl, hóast teir eru skrivaðir fyri eini 80 árum síðani. Tað vísir seg ofta, at lestrar hansara eru bæði aktuellir og viðkomandi, og kundu fyri tað verið skrivaðir í dag, sigur Ketty Poulsen, ið er ein av deknunum við Kunoyar kirkju.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)


Kunoy: Tað er sunnudagur, og klokkan er farin at nærkast 12. Klokkarin er farin niðan í tornið at ringja til gudstænastu, og deknurin ger seg til reiðar at lesa inngangsbønina, tá organisturin er liðugur við sítt preludium.

Í dag er tað Eyðbritt Sørensen sum er deknur, men onkran annan sunnudag er tað Ketty, sum røkir hesa tænastuna við Kunoyar kirkju. Henda sunnudagin er hon tó farin í kirkju av góðum og gomlum vana.
Prestur er vitjar, Marjun Lómaklett, so ein slíkan dag skal deknurin bert lesa inngangsbønina og útgangsbønina.

Aðrar dagar er uppgávan hjá dekninum at finna fram ein hóskandi lestur til dagsins prædikutekst. Hetta hevur Ketty roynt ofta.
Hon hevur verið deknur her í eini 10 ár, og minnist væl aftur á dagarnar frammanundan at hon skuldi byrja at lesa.

- Ja, tá gjørdi man nógv meiri burtur úr fyrireikingini. Eg plagdi at fara oman í kirkjuna fleiri dagar áðrenn, og stóð so frammi á kórsgáttini einsamøll og las lesturin fyri teirri tómu kirkjuni.
- Nú er ein komin meiri í vana við at lesa, og tí lesi eg bert lesturin ígjøgnum nakrar ferðir heima við hús frammanundan, sigur 40 ára gamla Ketty.

Fleiri herðar, ið bera
Hjá mongum vísir tað seg so, at verða tey frá barnsbeini av leidd í kirkju, so halda tey eisini fram við hesum góða siði, tá ið tey gerast eldri.
Her á heimasíðuni hava vit havt í hópatali av samrøðum við fólk, ið kunnu skriva undir sannleikan í hesum somu orðum, sum Ketty eisini ger.

Ketty og systir hennara gingu sum børn nógv í kirkju í Christianskirkjuni í Klaksvík, saman við foreldrum sínum. Umframt hesi, hevði hon eisini tríggjar abbabeiggjar sum altíð gingu í kirkju, og sum hon eisini kundi fylgjast við.



Kunoyar kirkja var vígd 1. sunnudag í advent, hin 1. desember 1867

Nógv ár seinni fann Ketty sær maka í Kunoy, og ikki so langa tíð, eftir at hon og maðurin vóru flutt higar, fekk hon ein fyrispurning frá vermóður síni, Eghild Poulsen, um eina tænastu í kirkjuni.

Eghild er, umframt at vera kirkjutænari, eisini forkvinna í kirkjuráðnum, og hevur verið tað í meiri enn 20 ár. Ein uppgáva hjá henni hevur verið, at manna kirkjuna við tænarum, bæði sum deknar, klokkarar og organistar.

Sambært Eghild hevur tað ikki verið trupult at fáa fólk at gera eina tænastu. Tí, sum hon áður hevur sagt í samrøðu: Eru vit fleiri, eru somuleiðis fleiri herðar at bera.  
Og tá Ketty fekk júst fyrispurning frá Eghild, um hon hevði áhuga at gerast deknur her, so svaraði hon játtandi:
- Ja, tað vil siga, at eg tordi ikki ordiliga at siga nei, nú tað var vermóðirin sum spurdi, sigur hon og brosar.

At hjálpa til
Kunoy telist ikki millum størstu bygdir okkara, og í dag búgva 79 fólk her. Ein av kendu fólkunum í bygdini hevur sagt, at fekk bygdin ikki berghol fyri 35 árum síðani, hevði fólkatalið neyvan verið so stórt, sum tað er í dag.

Hóast hesar umstøður er Kunoyar kirkja rættiliga væl stillað við deknum. Umframt Ketty eru ikki færri enn tríggir aðrir deknar við kirkjuna beint nú – áðurnevndu Eyðbritt og Eghild, umframt Olivar Askham.
- Eg hugsaði bara sum so, at kann eg hjálpa til, ja, so geri eg tað fegin. Og nú, ið vit eru so nógvir deknar í kirkjuni, verður tað ikki so bundisligt.

- Skipanin hjá okkum er soleiðis, at vit eru deknar í tveir fylgjandi sunnudagar, og hava síðani frí í seks. Eg skal lesa aftur komandi sunnudag (27. august) fyri ein annan dekn, og so tekur hon eina gudstænastu fyri meg.

- Liggur ikki fyri onkrum okkara at lesa tann ásetta dagin, ja, so býta vit bara um við ein annan, greiðir Ketty frá.



Ketty er ein av fýra deknum við Kunoyar kirkju. Her er hon avmyndað uttanfyri kirkjuna, saman við soninum, Fríða, sum verður 6 ár seinni í hesum mánaðinum. Hann vil fegin verða klokkari eins og langabbi, abbi og pápi hansara. Gentan er níggju ára gamla Karin og er systkinabarn Fríða, sum eisini ynskir at gera eina tænastu fyri kirkjuna – í hennara føri sum deknur.

Gamlir, men tó aktuellir lestrar
Deknarnir í føroysku kirkjuni eru í mangar mátar hepnir, tí teir hava eitt rættiliga stórt úrval av lestrabókum at velja ímillum.
Bøkurnar við lestrum eftir Jákupi Dahl, prósti eru nakrar av teimum, sum eru væl dámdar av nógvum deknum – teirra millum Ketty.

Henni dámar hansara lestrar best. Men, sum hon tekur til: - Lestrarnir eru góðir, men hava rættiliga nógvir langir setningar.

- Men eg velji sum oftast ein av hansara lestrum. Hóast talan er um rætt gamlar bøkur, og tí eisini hava eitt eldri føroyskt mál, gevur innihaldið so avgjørt eisini meining í nútíðini.
- Onkutíð havi eg lisið úr eini aðrari lestrabók. Men tað vísir seg, at eg vendi altíð aftur til Jákup Dahl, sigur Ketty.

Og hon leggur aftrat: - Lestrar hansara eru bæði viðkomandi og aktuellir, og passa mangan júst til okkurt, sum kann vera hent í gerandisdegi okkara tá.
Hon fær stuðul frá einum øðrum dekni við kirkjuni, sum í øðrum práti her á heimasíðuni hevur greitt frá, at henni dámar eisini væl lestrabøkurnar hjá Jákup Dahl.

Ein av orsøkum hennara í hesum var, at tað var so passaliga stórt millum rúm millum reglurnar í bókini. Tí var lættari at lesa úr hesum bókunum, enn mongum av hinum.

At enda kunnu vera nevndar tvær lestrabøkur Jákup Dahls (1878-1944): ”Í lýsing”, sum kom út í 1934 og ”Meðan hildið verður heilagt”, sum kom út í 1948, fýra ár eftir deyða hansara.