Skriva út
Leirvíkar kirkja 100 ár
09.10.2006 Tíðindi

Hátíðarhald verður í Leirvík 1.s.í advent, 3. des. 2006, tá ið kirkjan verður 100 ár.
Umframt sjálva hátíðargudstænastuna við bispi og sóknarprestinum, verða gudstænastur og onnur tiltøk í adventini, sum fara at bera brá av, at kirkjan verður 100 ár. Hetta verður gjørt í samstarvi við skúlan og kirkjuligu felagsskapirnar í bygdini.
Arbeitt verður eisini við einum minnisriti um Leirvíkar kirkju og eini framsýning.
Eftir hátíðargudstænastuna verður skipað fyri hátíðarløtu fyri bygdafólkinum í Bygdahúsinum.
Onnur tíðindi