Skriva út

Landið skal sjálvandi stuðla bygging av kirkjum

12.11.2021 Tíðindi
Mynd: Glyvra kirkja er 94 ára gomul. Djóni Nolsøe Joensen (vinstrumegin) ynskir svar frá Jenisi av Rana (høgrumegin) um møguleikarnar hjá kirkjuráðnum at byggja nýggja kirkju.

Á Glyvrum, á Argjum og í øðrum bygdum eru ætlanir um at byggja nýggjar kirkjur. Alt kostar pening, og tí er ein viðkomandi spurningur í hesum sambandi hvørjar møguleikar, ið landið hevur at stuðla eini slíkari ætlan.

Orð/mynd: Snorri Brend.

KIRKJUBYGGING: - Eg eri sjálvur sannførdur um, at vit eiga at stuðla kirkjuráðnum í avgerðunum, sum eru tiknar av teimum.

Orðini eigur tingmaðurin Djóni Nolsøe Joensen, sum fegin ynskti eitt svar uppá, hvussu gongst við viðgerðini av ætlanini um nýggja kirkju á Glyvrum.

Hann setti í hesum sambandi ein sonevndan grein 52 spurning til landsstýrismannin í mentamálum, Jenis av Rana. Spurningurin var settur 27. oktober í ár, og longu fimm dagar seinni fekk hann svar úr Mentamálaráðnum.

Jenis av Rana svaraði stutt og greitt, at eftir hansara meting var tað sjálvsagt, at landið stuðlar slíkari kirkjubygging.

- Men hetta valdast kortini eisini vælvildina hjá løgtinginum í hvørjum einstøkum føri. Talan kann nevniliga verða um stórar upphæddir, ið ikki rúmast innan fyri vanliga játtanarkarmin hjá ráðnum, sigur hann.

17 ÁR
Djóni Nolsøe Joensen vísir í fyrispurningi sínum á, at kirkjuráðið í Glyvra kirkju hevur í mong ár arbeitt við eini ætlan at byggja nýggja kirkju.

- Arbeiðið byrjaði í veruleikanum í 2004, vísir hann á. Kirkjan sjálv var vígd í 1927.

Orsøkin til hesa ætlanina er einføld: Henda 94 ára gamla kirkjan er í dag bæði gomul og slitin. Tí er neyðugt við nýggjari og størri kirkju.

Hann vísir á, at ein partur av tilgongdini er, at landið veitir stuðul til nýbyggingina, og sjálvandi eisini, at landsstýrismaðurin gevur loyvi til at ein slík kirkja verður bygd.

Arbeitt hevur altso verið við hesi ætlanini í meiri enn 17 ár. Í løtuni liggur ein umsókn frá kirkjuráðnum í Mentamálaráðnum. Umsóknin var send higar í mars mánaði í ár, men enn er einki svar komið haðani.

- Eg stuðli hesi ætlanini hjá kirkjuráðnum. Hetta eru fólk, ið vilja kirkjuni væl, sigur Djóni Nolsøe Joensen. Og hann leggur aftrat:

- Tað er sjálvboðið arbeiðið, sum kann vera tíðarkrevjandi.

TØRVA UPPLÝSINGAR
Støðan í dag er, at landskassin veitir fólkakirkjuni stuðul til rakstur. Landskassin kann eisini eftir grein 30 í løgtingslógini um fíggjarviðurskiftini í fólkakirkjuni veita upp til 30 prosent av góðkenda byggikostnaðinum í stuðli, um ein kirkja verður bygd ella umbygd.

Summar kirkjur eru niðurslitnar, og tí ynskir ein fleiri staðni at byggja nýggjar. Men alt er sjálvandi ein spurningur um fígging.

Jenis av Rana sigur í svari sínum, at hann hevur áður boðað frá, at tað er sjálvsagt at landið brúkar heimildina í løgtingslógini um kirkjubygging.

- Hetta er umframt tann stuðulin uppá 20 prosent, sum liggur í, at kirkjubygging – eins og alt annað ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33 prosent av samlaða íløgukostnaðinum er útvegað sum gáva ella við óløntum sjálvbodnum arbeiði – fær meirvirðisgjaldið endurgoldið.

- Vælvildin frá løgtinginum er eisini avgerandi í einum slíkum máli, sigur landsstýrismaðurin.

Hann vísir eisini á, at stuðul kann ikki verða veittur, fyrrenn landsstýrismaðurin hevur givið endaligt loyvi til at kirkja verður bygd.

- Ein umsókn um at geva endaligt loyvi til at byggja kirkju hevur tó verið til viðgerðar í ráðnum síðani 20. august í ár. Henda umsóknin kom eisini til viðgerðar í ráðnum 3. mars í ár.

- Men ráðið legði hin 23. apríl málsviðgerðina stilla, tí neyðugt var at kirkjuráðið greiddi greiniligari frá ymiskum viðurskiftum, áðrenn málsviðgerðin kundi halda fram, segði altso Jenis av Rana.

GREITT SVAR
Djóni Nolsøe Joensen fegnast í eini grein í miðlunum um, at gongd er í málinum.

- Eg fegnist um, at landsstýrismaðurin heldur tað vera sjálvsagt at stuðla kirkjubygging, og tí vænti eg, at Glyvra kirkja fær játtandi svar sum skjótast, sigur tingmaðurin, sum ikki ætlar at sleppa málinum.

- Sjálvur fari eg at fylgja hesum málinum upp aftur, um málsviðgerðin dregur út.
Og hann sigur at enda:

- Vit skylda øllum kirkjuráðunum eitt greitt svar frá landsins myndugleikum um landið kann veita stuðul ella ei.

- At útseta avgerðina tænir ongum endamáli, tí jú longur vit bíða, tess longri fer byggikostnaðurin upp!