Skriva út

Lærandi og savnandi samvera

23.01.2012 Tíðindi
Lærandi og savnandi samvera

Føroya Stiftsstjórn hevur sum yvirskipaður kirkjuligur myndugleiki ábyrgd av, at tænastufólk kirkjunnar hava eina holla og dagførda vitan.

Tað fyrsta skeiðið fyri kirkjuráðslimum og kirkjutænarum varð hildið á Hafnia seinasta leygardag. 120 fólk ymsastaðni frá í landinum møttu.

Ætlanin hjá fyrisitingini er, at vit saman við fíggjarstýring og kørmum geva innihaldið fólkakirkjunnar gætur. Tað er umráðandi at kenna sín egna samleika til tess at hava ein breiðan sjónarring og førleikan at handfara onnur sjónarmið.

Fólkakirkjan er ein partur av alheims kirkjuni og meginkirkjan í Føroyum. Okkara uppgáva er at menna okkum sjálvi, so vit kenna okkara samleika. Júst henda trygga kenslan, tað at vit skilja okkum sjálvi, gevur eitt gott fótafesti, so vit kunnu samvirka og liva saman við øðrum í friði, sátt og semju.

Átrúnaðarligt frælsi er ein dygd, eisini møguleikin hjá menniskjum at velja eina lívsáskoðan fram um eina aðra, møguliga eina lívsáskoðan uttan átrúnað.

Prestarnir hildu sera góðar og gevandi fyrilestrar. Á hesum sinni var einvegis samskifti. Aðrar dagar verður tað fólkið, ið fær høvi at seta prestunum og leiðslu kirkjunnar spurningar.

Samskiftið hevur tað best, tá tað gongur tví ella fleirvegis. Men skipað viðurskifti eru neyðug, um málið er økt vitan og menning.

Eisini løtan í dómkirkjuni var lívgandi. Kirkjan umsitur eitt innihald, ið er munandi øðrvísi enn so mangt annað. Einastaðni í rúminum er andin til staðar, og júst andin minnir á bleyt virðir, - virðing og tolsemi. Mangan er manglandi vitan og ótrygg sjálvsfatan orsøk til tvørrandi virðing og tolsemi.

Ein góður dagur, tann fyrsti í røðini av fleiri.

Orð : Skr.
Mynd : ANH