Kvøða til Marius Jacobsen dekn í Leirvíkar kirkju

Góði Marius
Hjartaliga til lukku við 50 ára tænastuni sum deknur og ikki minst
hjartans tøkk fyri tænastuna: 50 ár, hálva øld sum deknur í Leirvíkar kirkju. Tað er dupult so leingi, sum nakar annar deknur áðrenn teg hevur verið deknur í Leirvíkar kirkju.
Men tá ið eg ynski tær til lukku og takki tær fyri tíðina, tú hevur
verið deknur, so má eg í sama andardrátti nevna familju tína, konuna Annu
og børnini Malan, Jørgin og Petur Súni.
Eingin kann gera hesa tænastu uttan fullan stuðul frá familjuni.
Eg haldi ikki, at vit duga at ímynda okkum, hvussu nógvar
løtur/tímar tú hevur verið í tænastuni sum deknur, tá ið familjan
hjá tykkum kundi hugsað sær, at tit í friði og náðum kundi sitið heima hjá tykkum og hugna tykkum, men tín tænasta kallaði, og tú vart altíð fúsur at fara oman í kirkjuna,
tá ið brúk var fyri tí.
Deknatænastan er jú soleiðis, at heiligdagar og høgtíðsdagar, tá fólk vanliga gleða seg til at hava frí og í friði og náðum at kunna sita heima ella møguliga fara at vitja onkran, tá
er altíð brúk fyri tykkum. Hendan tænastan hevur tí stóra ávirkan á familjulívið. Hon krevur, at øll familjan á ein ella annan hátt lagar seg eftir
tænastuni hjá tær.
Fyrstu tíðina, tú vart deknur, vóru tit bara tveir, John úti á Bø, pápi mín, og tú. Tú hevði sostatt annan hvønn s
unnudag/heiligdag, har tú vart deknur. Tænastan tá var nógv meira krevjandi enn í dag, nú vit hava eina skipan við fýra deknum, klokkarum og organistum . Eg eri glaður fyri, at tað er eydnast okkum at fáa fýra kirkjutænarar, sum vilja taka hesa tænastur á seg, so tær ikki gerast alt ov krevjandi.
Eg fari tí, nú eg takki tær og familju tínari fyri tænastuna, eisini at takka
teimum mongu kirkjutænarunum, sum øll hesi árini hava tikið hesa ábyrgd á seg. Fari eisini at nevna tey, sum í dag eru kirkjutænarar hjá okkum.
Deknar: Marius Jacobsen, Eilin Andreasen, Joan Kannuberg og Helma Maria Tróndheim
Klokkarar: Bjarni Skorastein, Óla Jákup Vatnhamar, Áslakkur Heinesen og Tórhallur við Gil.
Organistar eru í løtuni tríggir: Jón Eliasen, Arni Petersen og Høgni Jógvansson.
Tá ið vit tosa um teg Marius sum dekn, fari eg at nevna tað, sum Martin Fjallstein skrivar í Leirvíkar bygdarsøgu:
”Marius Jacobsen hevur lisið síðani 1976, tá John bað um at fáa ein dekn aftrat. Á jóansøku 1980 var hann biðin at vera fyrsti deknur, tá John legði frá sær.”
Eg kann nevna, at tað var Ásbjørn Jacobsen, sum tá gjørdis annar deknur, um eg so má siga.
At vera fyrsti deknur, er ikki bara at vera deknur, tí tú hevur tikið á teg so nógv annað aftrat tí
at lesa. Tú hevur tikið tær av at skaffa sangarar, tá ið fólk hava biðið um tað, og sjálvur hevur tú sungið
fyri líki líka síðani 1974. So tú hevur sungið fyri líki í 52 ár, umframt at
vera deknur. Telja vit hesar báðar tænasturnar saman, so verða tað meira enn 100 ár. Eg veit ikki um hetta er eindømi í Føroyum, men mong munnu dømini ikki vera, um so drúgva tænastu,
Tú hevur mangan havt andaktir í sambandi við jarðarferðir og onnur tiltøk, og tað dugir tú ómetaliga væl. Eg veit, at tað eru mong, sum vilja takka tær fyri hesar andaktir.
Somuleiðis hevur tú tikið stig til tiltøk í kirkjuni. Eg hugsi her serliga um tiltakið at syngja jólini inn , sum nú er blivin ein fastur táttur av jólatiltøkunum hjá okkara kirkju.
Eg havi sitið í kirkjuráðnum helvtina av tíðini, sum tú hevur verið deknur. Eg kom í kirkjuráðið í 2001. Eisini sum kirkjuráðslimur øll hesi árini fari eg at takka tær. Tú
hevur dugað serliga væl at takka fyri, tá ið vit í kirkjuráðnum hava gjørt
okkurt, sum tú hevur hildið verið gott.
Tað eru ikki øll sum duga tað líka væl sum tú. Tað hevur sjálvandi glett
meg og okkum øll í kirkjuráðnum. Ein tøkk fyri tað, ein hevur gjørt, gevur einum arbeiðsgleði og orku at halda fram í arbeiðinum.
Fari í hesum sambandi at nevna málið um at broyta kirkjutíðina til at vera kl.11.00 alt árið. Tað var í 2012, at vit gjørdu ta broytingina.
Vit í kirkjuráðnum vóru ikki á einum máli, um tað var rætt at gera hesa
broyting, men vit samdust um at byrja við einum royndarári, og so síggja, hvussu kirkjufólkið tók ímóti hesi broyting.
Eg minnist, at tú, tá ið eitt ár var farið, komst til mín og
takkaði fyri broytingina.
Tú segði, at eisini tú hevði verið eitt sindur ivasamur um broytingina, men nú, hon var roynd í eitt ár, vísti tað seg, at hon gjørdi sunnudagin
nógv meira samanhangandi, serliga fyri tey, sum eisini hava aðrar
tænastur, so sum møti og sunnudagsskúla o.a.
Tað er sjálvandi so nógv annað, ein kundi nevnt, tí 50 ár er so ómetaliga long tíð.
Bara tað, at eingin her í bygdini, sum er undir 55 minnist nakað serligt til tíðina, áðrenn tú bleivst
deknur. Men fari eg at lata tað liggja.
At enda fari eg at ynskja tær og tínum alt tað besta í enn ókomnum tíðum, við vón um
Guds ríku signing yvir tykkum øll. Eg vóni, at tú fert at halda fram sum deknur eina tíð aftrat.
Enn eina ferð: Hjartaliga til lukku og takk fyri alt, sum tú hevur gjørt fyri Leirvíkar kirkju og kirkjufólkið her.
Fríðfinnur Johnsson, kirkjuráðslimur