Skriva út

Kvirra og forbøn í Sundby kirke, Amager. 4. juli 2022

04.07.2022 Tíðindi

Keypmannahavn er í undantaksstøðu. Fólkið somuleiðis.

Eins og altíð, ber til at venda sær til Guds.

Tí verður høvi hjá føroyingum at hava eina stilla løtu í Sundby kirke, Oliebladsgade 2 (beint við Amagerbrogade), 2300 KBH S í kvøld kl. 19.00 - 21.00.

Kl. 19.30 byrjar skipaða løtan, har sálmar verða sungnir og prestur hevur bøn og signing. Ovi Brim, prestur leiðir løtuna.

Høvi verður at tendra ljós.

Sungið verður úr sálmabókaappini.

Vælkomin øll!